Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Politikkarar eru vanlig fólk sum taka óvanligar avgerðir

Danial Viðoy

Vinnulívsgesturin í útvarpinum í morgun, Guðrið Højgaard, heldur, at í Føroyum valdar ein negativur retorikkur. Ov nógvir føroyingar eru ov grenjutir. – Eisini kom fram í sendingini, at tað er allir føroyingar sum skulu menna Føroyar, ikki bert politikkarar.

Vinnulívsgesturin í útvarpinum í morgun, Guðrið Højgaard, heldur, at í Føroyum valdar ein negativur retorikkur. Ov nógvir føroyingar eru ov grenjutir. – Eisini kom fram í sendingini, at tað er allir føroyingar sum skulu menna Føroyar, ikki bert politikkarar.

Men Guðrið Højgaard, sum er stjóri í VisitFaroeIslands, sigur eisini í sendingini, at Føroyar eru við árunum vorðið eitt nógv tolnari (tolerantari) samfelag.

Helst meinar hon við, at fleiri meiningar verða havdar á loftið og fáa hesar loyvið til tað, uttan at vera traðkaðar niður í sand og øsku.

Men hon er samstundis eitt sindur hørm um, at borgarar ofta fara sera illa við føroyskum politikkarum.

– Altso, føroyskir politikkarar eru vanlig fólk, sum taka óvanligar avgerðir.

Helst sipar hon til, at tað eru val, sum hesir neyðars politikkarar skulu taka. Og avgerðir politikkarans ávirkað altíð borgarar, annaðhvørt positivt og negativt.

Tað er nakað um hetta; nakrir føroyingar hava tíðum hug at dyrka tað, at snakka ljótt um politikkarar. Men hetta er eisini ein partur av at vera politikkari, ein politikkari má hava harða húð. Men undirritaði heldur eisini, eins og Guðrið Højgaard, at máti skal vera við.

Latið vera við at standa hendur í lumma

Guðrið Højgaard nevndi nógv áhugavert í sendingini. M.a. at tað skulu vera allir føroyingar, sum skulu vera við at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland og land yvirhøvur.

Hon nevndi eisini føroyingar uttanlands. Hugburðurin má ikki vera tann, at tað eru hini, sum orna tað fyri meg. Føroyingar uttanlands skulu lata vera við at tumla við fingrunum og bíða; tað er at fara í gongd sjálvur. Allir føroyingar hava ábyrgd fyri, at Føroyar mennist sum land.

Undirtónan í hesari útsøgn torir undirritaði at tulka soleiðis: – Latið vera við at standa hendur í lumma og hygg at. Er okkurt, sum ikki riggar sum tað skal, kom so í gongd og fá júst hetta í lag.

Tað stutta av tí langa: tað eru ikki bara politikkarar, sum skulu menna okkara land, tað eru allir føroyingar. Kom í gongd!