Fyri ikki at fáa óhepnar bólkingar av bygdunum verður politisk uppstilling til Kommunuvali í Eystur Kommunu.
Nú uppstillað verður til kommunuvalið í Eystur Kommunu eru flokkarnir samdir um at frægast er at stillað upp politiskt, sigur Steintór Jacobsen sum fram til 1. januar er bygdaráðslimur í Gøtu Kommunu.
– Eg haldi eg kann siga at menn eru samdir um at uppstillingin til kommunuvalið í Eystur Kommunu verður skipað politiskt.
– Hetta hevur verið vanligt í Gøtu men í Leirvík hava vit altíð havt borgaralistar.
Steintór leggur afturat at Fólkaflokkurin ætlar at stillað 12 upp har listin verður bíttur javnt millum Leirvík og Gøtu.




