…… nú tíðindi hava verið frammi um at politisk undirvísing fer at verða skipað í vetur, vilja vit á Norðlýsinum vísa á hendan greinastubba, ið Jógvan Eliasen hugleiddi,
sum partur av longri grein, undan seinasta løgtingsvali:
Brot úr grein:
Triðja evni, ið eg havi hug at blaka til umrøðus, er kravið til førleika, ið vit seta okkara valevnum. Orðið “livibreyðs-politikari” verður ofta nýtt við negativari merking. Men í grundini er tingið mannað við 32 livibreyðs-politikarum, og einki er meiri náttúrligt enn tað. Men vit seta mestsum eingi krøv til, hvørja útbúgving ein politikari skal hava sum minstamark, – og er hetta møguliga ikki heilt rætt ?
Ikki tí, vit skula til eina og hvørja tíð hava møguleika fyri, at ein og hvør, uttan mun til bókliga útbúgving, kyn, húðalit ella samleika, skal hava møguleika at bjóða seg fram í politisku skipanini, men tað er ein stórur spurningur, um vit ikki undirminera størvini, við ikki at seta størri krøv til valevnini ?
Ein og hvør flokkur eigur tí, eftir mínum tykki, at skipa sína innanhýsis undivísing av ungum evnaríkum politikarum, skilt á tann hátt, at tey, tá tey verða sett á barrikaturnar, hava allar neyðugar grundleggjandi førleikar, so sum:
Duga at skriva,
duga at grundgeva,
hava lokið roynd innan grundleggjandi samfelagsviðurskifti,
kenna valskipanina,
hava kunnleika til miðlaframløgur,
hava evni at kjakast
og annars duga sær hógv í tí dagliga við atliti til atburð, átrúnað, rúsevni og respekt mótvegis øðrvísi hugsandi.
Hetta bert fyri at nevna nøkru uppløgd evni.
…. og Jógvan endaði sínar hugleiðingar soleiðis:
Alment politiskt akademi
Møguliga skal okkara høgt metta ting vera somikið framkomið, at tað, við parti av peninginum til politiska upplýsing, setir á stovn eitt tvørpolitiskt akademi (t.d. undir fróðskaparsetrinum), har politiskir flokkar, og aðrir samfelagsbólkar við breiðum almennum áhuga, fáa møguleika at grundútbúgva sínar framtíðar leiðarar við eini grundleggjandi samfelagsligari útbúgving, har fremsta sikti er at gera fólk før fyri at klára seg í politiska umhvørvinum og gerast góðir framtíðar samfelagsleiðarar í einum valdømi.




