Sær út til at valstríðið er byrjað, og sigast má, at ymiskt er, hvussu hvør einstakur av okkum upplivir avrikini frá sitandi býráði.
Havi lisið greinar frá býráðslimum sum hava sitið hesi seinastu árini, og sum teir úttala seg, so er nógv komið av skafti hesi 4 árini. Listarnir yvir avrikini eru ikki sørt langir, tó hevur eingin enn nevnt byggingina av røktarheimi í Svínoy og á Viðareiði, og tað skilji eg væl, tí hesar mugu vera størstu feil íløgurnar hjá Klaksvíkar Kommunu í nýggjari tíð.
Eg meti ikki, at vit hava fingið nakað serligt av skafti hesa býráðssetuna. Eg kundi eisini komið við einum lista av avrikum, men tey allar flestu er sett í verk áðrenn okkara tíð, – vit hava bert ført arbeiðini víðari uttan stórvegis hóvasták.
Og eitt sum eg havi saknað, eru langtíðarætlanir og visiónirnar fyri okkara bý. Vit hava brúkt milliónir uppá ráðgeving hesi seinastu mongu árini, og enn fyriliggur einki úrslit fyri, hvussu vit t.d. skulu útbyggja okkara miðbý.
Fyri nærum 4 árum síðani bleiv eg valdur inn í býráðið fyri Sambandsflokkin, og tað var ikki sørt, at eg var erpin og takksamur, fyri tær mongu atkvøðurnar sum eg fekk.
Eg hugsaði við mær sjálvum, at nú mátti eg vísa meg sum ein mann, og gera nakað skilagott fyri býin, og eg var vísur í, at eg kundi flyta nakrar brikkar til fyrimun fyri okkara bý, og mínar veljarar. Eftir at hava sitið í andstøðu síðani valið, má eg viðganga, at sum andstøðu politikari fær ein ikki nógv burturúr, og slettis ikki saman við einari so óseriøsari samgongu, sum vit hava í Klaksvík. Í mínum hugaheimi so skal ein býur sum Klaksvík ikki stýrast av eini smalari samgongu, og við eini mestsum óarbeiðsførari andstøðu, – sjálvandi skulu vit hava eina breiða samgongu.
Í byrjani av valskeiðinum heitti eg á meirilutan um at skipa so fyri, at vit fingu eini breiða samgongu, men einki spurdist burturúr hesi áheitan, – hví veit eg ikki. Onkur nevndi okkurt um, at tað vóru ikki nokk formanssessir til 11 býráðslimir !
Um hetta er ein trupulleiki, so kundi hesin verðið loystur við at tvey tey fyrstu árini sótu teir “gomlu” býráðslimirnir sum formenn, og teir nýggju blivu so slúsaðir inn, og sótu restina av skeiðinum. Annars so haldi eg, at vit hava ov nógvar nevndir sum nú er, her mugu eisini broytingar gerast.
Ì býráðskeiðinum havi eg sent nøkur uppskot inn, sum eg meinti kundu betra raksturin av býnum, men eg havi ikki fingið nógv burturúr. Eitt av mínum hjartamálum var tann óhefti eygleiðarin/ráðgevin, sum eg metti kundi hjálpa okkum. Hesin kom inn í skipanina, og glaður var eg, tí eg var vísur í, at hesin kundi hjálpa okkum. Eftir stutta tíð í starvi hvarv ráðgevin brádliga.
Orsøkina kenni eg ikki, tí hann var valla komin í arbeiðsklæðini, áðrenn hann hvarv. Enn havi eg onga skilagóða frágreiðing fingið um, hví hesin uttanhýsis eygleiðarin brádliga skuldi avtakast.
Avrikini sum sitandi býráð hevur framt, eru ikki verd at festa niður á blað. Alt koyrir sum tað altíð hevur gjørt.
Rakstarútreiðslurnar vaksa við risastigum, og tað sær ikki út til, at tað fyriliggja ætlanir fyri at tálma hesum. Og sigast má, at tað er syrgiligt at síggja, hvussu lítið fíggjarligt innlit politiska leiðslan hevur. Eg havi luttikið í trimum fíggjarlógarviðgerðum, og tað sum undrar meg er, at raksturin verður nærum ikki nevndur/viðgjørdur, og hetta havi eg gjørt vart við uttan úrslit.
Um vit ynskja framburð í kommununi, má og skal politiska leiðslan skiftast út til næsta býráðsval. Eru vit nøgd við verandi viðurskifti, so er bara at lata standa til, og gevast við at gremja seg um gongdina í býnum.
Ein av størstu trupulleikum vit hava í okkara lítla landi, er gegnistrupulleikin. Tað verði seg bæði í lands- og býráðspolitikki. Tí er tað sera umráðandi fyri okkum, at vit hava teir røttu persónarnir við róðrið. Tað er eisini altumráðandi, at vit hava skipaðar mannagongdir at fyrihalda okkum til. Og hetta seinast nevnda manglar í stóran stíl, bæði innan umsiting og politisku leiðsluna.
Undan hvørjum vali koma valevnini við hópin av lyftum, og tey lova gull og grønar skógir, men tað vísir seg ferð eftir ferð, at einki hendir. Av eini ella aðrari orsøk megna hesi ikki at fremja tær broytingar, sum skulu til fyri at skapa framburð í býnum. Eg trúgvi at gegnistrupuleikin er ein av grundinum til, at vit ikki koma víðari.
Ì Klaksvík skulu tung tøk takast í framtíðini, og tølini tala fyri seg. Vit hava mettar inntøkur uppá 125-130 mill og vit hava ein rakstur uppá 105-110 mill, so hvar peningur til íløgur skulu útvegast, um ikki raksturin verður tálmaður, er mær ein stór gáta, tí lániloftið er longu rokkið. Tað hevur verði uppá tal fleiri ferðir at hækka skattaprosenti hesi seinasti 4 árini, men higartil hava vit megna at forða hesum. Tað kann ikki verða rætt at borgarin skal straffast fyri vánaliga leiðslu býraðsins.
Eitt komandi býráð eigur at hugsa um møguligar bygnaðarbroytingar. Fyrst av øllum mugu vit hava eina breiða samgongu, og so er alneyðugt, at ein óheftur borgarstjóri/leiðari verður settur í starv, heldur enn at hesin er fólkavaldur. Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at vit skilja tann politiska partin frá tí umsitingarliga. Tá ið farið verður á val, so verður krossurin ofta settur við ein persón, ið tú kennir, ein sum er væl skorin fyri tungubandinum, ella ein í familjuni hósast hesin ongar førleikar hevur innan leiðslu. At leiða ein bý við 4500 fólkum krevur meira enn hetta. Tað valevni sum so fær flestar atkvøður, kann so virka sum ein vanligur býráðslimur, tó sum leiðari fyri tí politiska partinum.
Ein býráðslimur eigur eftir míni metan ikki at hava sína dagligu gongd í býráðshúsinum. Umsitingin má fáa frið at virka sjálvstøðug, og uttan at verða órógva av politiskum viðurskiftum. Tað eru karmarnir og mannagongdirnar, ið politiski parturin skal taka sær av at skipa og seta í verk, og tað er hetta, ið borgarstjórin saman við býráðslimunum skulu síggja sum teirra fremstu uppgávu. Í dag er politikkur og umsiting vavt saman í ein ellibita, og skilið er hareftir.
Skipanin koyrir sera tungt, og ringt er at fáa eyga á nakran veruligan leiðara í øllum rumblinum.
Mín áheitan til borgarar í Klaksvíkar kommunu er tí, hugsað teg væl um áðrenn krossurin verður settur. Tað er umráðandi ikki at hugsað partapolitiskt tá ið ein ferð á býráðsval, tí er tað nakað ein ikki hevur brúk fyri í býráðssamanhangi, so er tað partapolitikkur.
Við ynski um ein bjarta framtíð fyri okkara bý.
Hans Arne Bertholdsen
Býráðslimur.




