Hóskvøldið 7. juli kl. 19 verður stríð íPerluni, tá nakrir av okkara fremstu politikarum bresta saman í hólmgongu.Politikarar úr Tjóðveldi, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum luttaka. Evninieru loysing/samband, vælferðarpolitikkur og nýskipan innan fiskivinnuna.
Til fyrsta evnið eru tað Høgni Hoydal,formaður Tjóðveldis og landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Kaj Leo HolmJohannesen, tingmaður fyri sambandsflokkin, ið bresta saman. Skulu Føroyargerast ein sjálvstøðug tjóð ella vera verandi í danska kongaríkinum? Hví, oghvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir?
Um vælferðarpolitikk eru tað Bjørt Samuelsen,tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ið endaí hólmgongu. Hvussu skal vælferðin fíggjast? Skulu vit spara enn meir ellavíðka um vælferðartænasturnar?
Til triðja evnið eru tað Ingolf S. Olsen ogJacob Vestergaard, ið bresta saman í kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni.Hvussu skal nýggja skipanin síggja út? Skal talan vera um almenna sølu avfiskirættindum ella skal skipanin vera í núverandi líki við smáum broytingum?
Unga Tjóðveldið skipar fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin oman!




