Allur oktober var ófriðarligur í Hong Kong. Ógvisligar mótmælisgongur í býnum lógu í støðugum bardaga við løgregluna, sum fór sera harðliga fram. Seinni fekk løgreglan boð frá kommunistisku leiðsluni í Beijing um at taka atlit og vísa humanari framferð, men enn liggja mótmælisfólkini í tjaldingarlegum í býnum, løgreglan er á varðhaldi, og støðan sýnist fastlæst. Stóru útlendsku sjónvarpsrásurnar søgdu dagliga umheiminum frá hendingunum og lýstu álvaran í stríðsmálinum fyri allar partar. Ikki óvæntað gjørdi okkara heimliga KvF lítið burtur úr.

Málið gav kortini føroyingum ávísar assosiatiónir. Tað snýr seg um broyting í valskipanini. Sentralstýrið í Beijing vil nú sleppa at góðtaka ella vraka uppskot til uppstilling av politiskum kandidatum í Hong Kong. Hetta vilja lokalu myndugleikarnir og fólkið í býnum á ongan hátt lata sær lynda. Hetta er at gera seg inn á fólkaræði.
Tað merkisverda hendi, at júst í oktober steig fremsti stríðsmaður fyri einum valdømi í Føroyum, tann løgmaður, sum á sinni kom heim aftur av Álandsvitjan og kunngjørdi, at eitt valdømi fyri landið var tað rætta, fram á okkara almenna monopolskíggja og gramdi seg um, at broytingin til eitt valdømi kortini ikki hevði gingist eftir ætlan. Lokalmálini eru nú fleiri enn nakrantíð og tingfólk nýta hvørja løtu til at profilera seg sjálvi, greiddi nú fráfarni politikarin frá.
Tað undarliga við hesum vitnisburðinum var bara, at júst tað sama viðgekk hann eisini alment fyri fleiri árum síðani, tó uttan at hann ella flokkur hansara so mikið sum rætti hond frá síðu at bøta nakað um stóra politiska mistakið. Formaðurin í hinum stóra andstøðuflokkinum hevði longu frammanundan givið almenninginum lyfti um, at hann vildi gera sítt fyri at bøta um skaðan, men heldur ikki tað lyfti frætti føroyski veljarin meira um.
Orsøkin kann sjálvandi vera, at floksleiðararnir í veruleikanum eru nøgdir við broytingina og mest vilja tekkjast veljarunum í miðstaðarøkinum, meðan frástøða verður tikin til økini úti um landið. Slóðað er nú fyri, at sentralu floksnevndirnar í Havn skulu góðtaka uppstillingar úti um landið, og lokalu floksfeløgini hava mist sín týdning og liggja øll mestsum á deyðastrá.
Tann orka, ið løgd verður í at nýta almennan pening í høvuðsstaðnum, síðani vit fingu eitt valdømi, ber tíverri prógv um, at teir ikki eru nakað eindømi í so máta.
Ørindini í studiosendingini vóru helst bert at gera vart við, at fráfarnir politikarar ofta hava drúgvar royndir, og at tað tí hevði verið nattúrligt at boð vóru eftir teimum til eitthvørt arbeiði ella seruppgávu, um teir leggja frá sær í góðum árum. Hetta er vanligt í útlondum. Men politikarar valdast sjálvandi, eins og fólk flest.
Oliver