Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiskt kjak beinleiðis á nordlysid.fo í kvøld kl. 19

John William Joensen

Høgni Hoydal, Hendrik Old, Jørgen Niclasen, Jenis av Rana, Poul Michelsen, Alfred Olsen og Kári P. Højgaard fara í kvøld kl. 19:00 at kjakast um nýggju tunnilsloysnina í Miðlahúsinum og kjakið verður sent beinleiðis her á nordlysid.fo

Nú er ein semja funnin millum allar flokkar á tingi, ið av álvara skal seta ferð á arbeiðið á tunlarnar. Sagt verður at hendan tunnilsloysnin fer at skunda undir menningina av føroyska búskapinum og samfelagnum sum heild. Okkara oyggjaland verður enn meiri samansjóðað og alfevnt enn higartil til eina fólksliga og búskaparliga eind. Nú verða yvir 90% av Føroyum bundnar saman, skriva fyriskiparnir av tiltakinum í miðlahúsinum.

Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki, greiður frá linjuføringum, prísum og ferðslukanningum.

Tað er Huxa Fólkafloksungdómur og Havnar Framburðsfelag sum skipa fyri fundinum.

Av tí at allir flokkar lutta í kjakinum hevur Norðlýsið gjørt avtalu um at streama fundin beinleiðis.