Ætlanin er, at tað undir dystinum millum Undrið FF og KÍ veruliga skal merkjast, at Norðoyingar og Eysturoyingar als ikki kunnu góðtaka uppskotið um fiskivinnunýskipanina.
Ætlanin er, at tað undir dystinummillum Undrið FF og KÍ veruliga skal merkjast, at Norðoyingar ogEysturoyingar als ikki kunnu góðtaka uppskotið umfiskivinnunýskipanina.
Tað er ikki av tilvild, at KÍ hevurflutt sín dyst móti Undrinum til í dag, meðan Eysturoyarliðinispæla í morgin. Tað verður nevniliga nógv mótmælistiltøk mótifiskivinnuni í Tórshavn í dag og ætlanin er, at samlast tildystin móti Undrinum, sum byrjar kl. 18.00. Í dag skulu Norðoyggjar og Eysturoyingar standa saman!
Mett verður, at dysturin mótiUndrinum bara er ein avgreiðsluspurningur hjá KÍ og tí hevur KÍvenjarin, Mikkjal K. Thomassen, játtað, at geva fyrireikarunum avmótmælisgonguni eitt pláss í uppstillingini til hendan serligadagin. Jákup Mikkelsen(Bigge), Fríðin Ziskason, Absalon í Buð, Líggjas Johannesenog Símun Gullaksen, sum eru í fyrireikingarbólkinum, hava útnevnt,hvønn persón teir hava valt til at sleppa at royna seg í KÍ ídag. Sum eina roynd at mýkja støðuna kring fiskivinnunýskipanina,so hava teir bjóðað løgmanni, Aksel V. Johannesen, at geracomeback í KÍ. Hetta fer at gera, at Aksel í 90 minuttir fer atmerkja uppbakning úr Norðoyggjum og so vóna fyrireikararnir, attann kenslan fer at vera so mikið góð, at løgmaður kúvendur ímálinum kring fiskivinnuósemjuni.
Stóru áskoðarafjepparafeløgini,Bláa Bylgjan hjá KÍ, Ultras hjá Víkingi og Guliganz hjá NSÍfara eisini at samlast kl. 16.00 í Bridgehúsinum (gamla HB húsið),har tey ætla at gera sangir um Aksel, ið síðani vera sungnirundir dystinum. Kl. 17.00, sum er áðrenn liðini fara at hita upp,verður kjak á miðjum vølli í Gundadali. Í panelinum sita HøgniHoydal, Jacob Vestergaard, Jógvan Skorheim, Jóhan Christiansen ogTorbjørn Jacobsen. Orðstýrari verður Liljan Weihe. Til at meta umog eygleiða kjakið kemur Jóan Pauli í Geil við jøvnummillumbili at viðmerkja við objektivum eygum tað, ið verður sagt í panelinum. ÍBygdaskýlinum fer Jan Lamhauge at ganga við mikrofonini, umáskoðararnir hava nakran spurning til panelið. Undir kjakinum ferRigmor Dam aftur til kjøtgrýturnar og fer saman við øðrum kvinnum at kóka ræstan fisk, sumverður útbýtt til áskoðararnar, ið koma áðrenn kl. 17.30. Soheitt verður á allar norðoyingar og eysturoyingar um at møta íseinasta lagi kl. 17.00, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi ímorgun!




