sigur Eyðun Rasmussen, stjóri í P/F Christian í Grótinum, og sambart honum er tað ivasamt um Norðborg hevur eina framtíð um lurtað verður eftir tí sum partar av Javnaðarflokkinum rópa um
Síðan landsstýrismaðurin avgjørdi at býta føroysku svartkjaftakvotuna millum føroysku reiðarríðini hevur Javnaðarflokkurin gjørt vart við at flokkurin als ikki kann taka undir við býtinum.
Hóast flokkurin ferð eftir ferð hevur gjørt vart við sína misnøgd, so er tó ongntíð komið fram hvat tað er við sjálvum býtinum, sum flokkurin er misnøgdur við.
Einasta ítøkiliga sum er komið fram er í tíðindaskrivi, sum flokkurin sendi út har sagt var, .….at Javnaðarflokkurin heldur tað vera neyðugt at vísa á, at verandi býti kann vera til stóran ampa fyri fóðurvirkið Havsbrún og harvið eisini føroysku alivinnuna….
Skilja ikki útmeldingarnar
Eyðun Rasmusen, stjóri í P/F Christian í Grótinum sigur at politisku signalini sum í løtuni koma frá samgonguni eru sera órógvandi fyri vinnuna.
– Vit eru komnir til tað niðurstøðu at vit kunnu liva við býtinum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt, men politisku signalini, sum síðani eru komin – serliga frá pørtum av javnaðarflokkinum – eru sera ørkimlandi og trupul at skilja.
– Forkvinnan í Vinnunevnd løgtingsins, Katrin Dahl Jacobsen og løgtingslimurin Aksel Jóhannesen hava gjørt øllum greitt at tey eru ímóti framda býtinum – men tey grundgeva ikki fyri hvat tað er sum tey eru misnøgd við og einki verður sagt um hvat ætlanin er at gerða?
– Er ætlanin at býta av nýggjum – so er minstakravið at sagt verður hvussu hetta skal gerast. Rópað verður hart um misnøgd, men eingin sigur hvat er rættast er at gerða.
– Um Javnaðarflokkurin veruliga ynskir eina felagskvotu so er púra greitt at hetta kemir ikki at gagna virðisøkingini, sum so nógv verður tosað um.
– Felgskvota leggur upp til kappfisking og so er ivasamt um nøkur framtíð er fyri Norðborg.
– Onkur hevur nevnt eitt slag av felagskvotu við hámarki – men hetta avmarkar møguleikarnar hjá vinnuni at brúka tilfeingið í mest møguligan mun við at samstarva millum reiðarríðir – við keyp og sølu av kvotum. Nú skipini hava eginkvotu er møguleiki hjá okkum at flyta kvoturnar millum skipini og harvið spara orku tá fiskað verður. Harvið verður virksemið eisini rationellari og tað gagnar øllum.
Einki alternativ til framda býti
Eyðun Rasmussen, stjóri í P/F Christian í Grótinum sigur at hóast nógvur larmur er í løtuni millum samgonguflokkarnar, so er tað eingin sum hevur víst á brúkilig alternativ.
– Í hvussu so er 70% av teimum sum hava fingið tillutað svartkjaft eru nøgdir við býtið. Eittans reiðarríð hevur larmað nógv í fjølmiðlunum, men eg vænti at um ætlanin er fara aftur til felagskvotu ella okkurt heilt annað býti, so er stóri meirilutin av reiðarríðum sum verða missnøgd og óttafull.
– Eingin dugur í veruleikanum at siga hvat politiska misnøgdin snýr seg um. Vit vita at Javnaðarflokkurin ikki er nøgdur við býtið – men eingin veit hvat flokkurin ynskir at gerða ørvísið.
– Fyri okkum er eingini ivi um at tað ringasta sum kann henda fyri vinnuna og tilfeingið – er at hildið verður fast um eitt slag av felagskvotu – tí nú svartkjafturin er býttur síggja vit at øll skipini hava lagt veiðuna um. Við eginkvotu verður nú fryst niður og framleitt til matnað – og tað varð ikki gjørt um fiskað var við felagskvotu.




