Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiskur Danse Macabre

John William Joensen

Nú man afturvendandi mala í klingur fyri flestu politisku eygleiðarum, alt við ongari meining. Miðstaðarpressan dagliga á tremur við politiskum undirhaldi frá landspolitiska sjónleikarpallinum.

LEIÐARIN – ODDAGREIN:

Leiðandi politikarar í støðugt villari dansi, hildnir til av yvirkátum tíðindafólki og skemtarum, ið áhaldandi borðreiða við teirra leskiliga vekslandi avrikum millum tað urkomiska, tragikomiska og djúpt syrgiliga.

Kringvarpsins endursendingar-øði borðreiðir nú uppafturhitað frá árinum, ið fór : Politisk manipulatións menu : Hvussu fáast lærdu útisetarnir aftur til okkara einasta “valdømi”. Væl vitandi, at einasta, bjóðast kann, eru almenn størv í miðstaðarøkinum, sum økja almennu útreiðslurnar, ið frammanundan eru millum heimsins størstu, í mun til fólkatalið.

Íblásturin kom frá óhøgligari kanning, ið vísti ónøgd við verandi valskipan, ikki bert millum landsins borgarar, men eisini millum fólkavaldu, ja sogar millum politikarar, ið høvdu latið seg tøla av fyrrverandi løgtingsformanni og løgmanni, sum av persónligum orsøkum mettu eitt valdømi vera sera gott hugskot.

Seinni nevndi heldur seg í valdømisspurninginum nú “back stage” sum teskari, meðan statisturin, næsti maður, sum hóast lættur á vágskálini til seinasta val, kortini endaði í formansskapinum. Hesaferð er líkt til at hann, floksins vegna, skal gera føroyingum greitt, at eitt valdømi framvegis er tað einasta rætta.

Almenna kringvarpið lat tíðindakvinnu skunda sær at siga okkum, at ein ráðstevna hevði verið í Alta, har spurningurin var : Hvussu fáast“útisetar” heimaftur. Hon legði dent á, at hetta er júst sami trupulleiki sum heima hjá okkum. Altjóða universitet og læristovnar, vællønt, viðkomandi arbeiði, gransking og nútíðar sosialar umstøður, sum nøktaðu krøvini frá “útisetum”, var loysnin. Fleiri valdømi í Føroyum vóru sjálvandi ein trupulleiki, tí so mugu serlig atlit takast at kvinnum, hevði stjórnmálafrøðingur sagt. Í berum ovrásni gloymdi hon í ferðini at nevna, at sami stjórnmála frøðingur júst mælti til at venda aftur til fleiri valdømi í Føroyum.

Mangur krimpaði tærnar. Henni eydnaðist enn einaferð at avlaga spurningin. Alta fundurin snúði seg nevniliga um at fáa fólk at flyta úr størru býunum í Noregi og út aftur í útjaðaraøkini, og TAÐ er júst sami trupulleiki sum hjá okkum. At fáa fólkið út aftur frá miðstaðarøkinum út í avfólkaðu økini úti um landið fyri at javnseta økir og gera tað liviligt hjá fólki. Snúði seg als ikki um at fáa útisetar í øðrum landi at flyta heim til høvuðsstaðarøkið.

Í leikluti sum ein annar Don Quixote er ein samgongufloksformaður farin at kríggjast í allar ættir, einamest móti veikastu økjum og veikastu bólkum í samfelagnum. Tað almenna skal eftir øllum at døma, nú vit bara hava eitt valdømi, ikki gjalda økjum úti um landið, sum hava mist hansara áhuga, á sama hátt sum goldið verður til miðstaðarøkið. Annar floksformaður víðkaði sær umsitingina og hevur nú sermerktan leiklut sum uttanríkisráðharri, tó uttan neyðugar heimildir. Gerast kunnu kortini bindandi avtalur um kostnaðarkrevjandi samstørv á altjóða støði, sum kanska fara at rigga, um aðrir ráðharrar vilja seta hol á landsins grunnar eftir fígging til slóðbrótandi gransking í miðstaðarøkinum, til fíggingin kann flytast á fíggjarlógina.

Dansurin gerst støðugt villari til øsandi, eggjandi rútmur og grenjandi tónleik frá andstøðuni, sum myndað hevur politiska kvøldskúling. Ein av fremstu undirhaldarunum vann sær gylt av peningi uppá at lovsyngja herliga lívinum við lítla Snar undir lið, meðan eggjað varð fólki til at senda neyðardýrunum í útjaðaraøkjunum okkurt góðgæti, so tey ikki gloymdu, at í Havn var Ólavsøka.

Alt meðan tingstólarnir standa tómir, og landsins politiski leiðari, í leikluti sum útvaldur leiðari, ið bert nýtist at hyggja langt fram, har veruleikan kámast burtur, dansar politiska elitan sín Danse Macabre og nærkast skjótt avgrundini. Líkt er til, at ávísir partar av landinum verða drignir við.