Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Politiskur fundur hjá Pensjónistafelagnum  Hugna í Smæruni

Jóhann Lützen

Av tí  at vit gomlu eru so nógv umrødd í tí politiska kjakinum ,høvdu vit í Pensjónistafelagnum Hugna gjørt av at bjóða politikkarunum á fund .

 

 

  Høvuðsevnini vit høvdu sett á skrá vóru : Eldraøkið og pensjónir og samferðsla .

Kl .15.00 var hølið lsett og Maria Olsen ,forkvinna í Hugna bjóðaði vælkomin og bjóðaði fólki at fáa sær kaffi/the og heimabakaða køku ,og  gav síðani  orðið til Jógvan Skorheim ,orðstýrara.

  Jógvan Skorheim innleiddi við at greiða frá skipan av  valfundinum gav so  orðið víðari til tey politisku umboðini, sum í fyrsta umfari fingu  ein minutt í part  at greiða frá valskránni hjá teirra flokki.

 Umboðini fyri flokkarnar vóru hesi :

·      Fólkaflokkurin  Elsebeth M. Gunnleygsdóttur

·      Sambandsflokkurin Jóan Petur Joensen

·      Javnaðarflokkurin Òlavur Nybo

·      Sjálvstýrisflokkurin Sámal Petur í Grund

·      Tjóveldi Eirikur í Jákupsstovu

·      Framsókn Beinta Løwe

·      Miðflokkurin  Petur Asano

 

Síðani var komið inná fyrra evnið : Eldraøkið og Pensjónir . Undirevnini  vóru :

Skal pensjónin økjast ?

Hvussu við mótrokning ?

Hvussu skal eldraøkið fíggjast í framtíðini ?

Hvussu við eldravernd ?

Hvussu við manglandi starvfólkum á eldraøkinum ?

 

Hetta vóru alt evni, íð høvdu stóran áhuga hjá teimum íð vóru møtt á fundi , og kjakið gekk lívliga .

 

Síðani kom annað evni á skrá : Samferðsla

Hesuferð vóru framsøgufólkini :

·      Fólkaflokkurin Rannvá Isaksen

·      Sambandsflokkurin Jóan Petur Joensen

·      Javnaðarflokkurin Ólavur Nybo

·      Sjálvstýri Sylvia Thomsen

·      Tjóveldi Eirikur í Jákupsstovu

·      Framsókn Beinta Løwe

·      Miðflokkurin Petur Asano

 

Undirevnini í hesum kjakinum vóru:

Skal undirsjóvartunnil gerast til Kalsoynna ?

Hvussu við byrgingini um Haraldsund ?

Hvussu við Suðuroyar tunnlinum ?

Hvussu skal tað fíggjast ?

Eru  aðrar raðfestingar á samferðsluøkinum ,íð tit ynskja at gera , sum í serligan mun gagnar norðoyggjum ?

 

Eini 80 fólk vóru møtt á fundi og kjakið gekk sum sagt lívliga .

Maria Olsen forkvinna í Hugna endaði fundin við at takka politikarunum og øllum ,íð vóru møtt .

Fundurin endaði við at øll reistust og sungu tjóðsangin .

 

 Nevndin í Pensjónistafelagnum Hugna