Almennur politiskur valfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík, hóskvøldi 27. august klokkan 20:00.
Almennur politiskur valfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík, hóskvøldi 27. august klokkan 20:00.
Ætlanin er at takað táttin upp við teim góðu gomlu valfundunum, har øll hava møguleikan at luttaka við spurningum til tey sum bjóða seg fram til at manna nýtt løgting aftaná 1. september.
Fundurin verður skipaður sum ein aktivir fundur, har tvey valevnir í senn, frá hvørjum flokki koma at bera fram síni sjónarmið.
Fýra høvuðsevnir verða: fiskivinna, skattur, heilsuverk, útbúgving.
Møguleiki er fyri áhoyrarar at seta fram viðkomandi spurningar til tey ymisku valevnini.
Allir flokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóveldið, Miðflokkurin, Nýtt Sjálvsstýri og Framsókn.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vegna fyrireikarnir
Norðoya Fólkafloksfelag
Símun Gullaksen, formaður
Norðoya Javnaðarfelag
Petur Martin Hansen, formaður




