Myndarøð: Føroyska kvinnulandslið tapti greiðan 3-0 sigur móti Póllandi á Svangaskarði í dag.
Pólland byrjaði við at leggja stórt trýst á føroyska liðið og gjøgnum størsta partin av fyrra hálvleiki var bólturin á føroysku hálvuni. Eftir eitt korter skoraði Pólland eftir hornasparksinnlegg. Nakað seinni øktu tær til 2-0 við brotssparki.
Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið nógv betri inn í dystin. Liðið hevði betri tamarhald á dystinum, men móti endanum fór eitt mál inn afturat eftir mistak á føroyska miðvøllinum. Endaliga úrslitið gjørdist 3-0 til Pólland.
Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður tann 19. juni, tá oddaliðið í bólkinum, Svøríki kemur til Føroyar at spæla.
Niðanfyri eru myndir frá dystinum í kvøld.




