Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pollur verður sleptur leysur kl. 15:30

John William Joensen

Seinrapartin fara fólk frá Fiskirannsóknarstovuni at merkja springaran og síðani verður hann sleptur leysur

Nógv hava vitjað norður á Stangabrúnna fyri at heilsa uppá springarin "Pollur", sum Føroya Sjómannadagur hevur sýnt fram.
Gjárakvøldið var springarin so fluttur út á pollin og kl. 15:30 fara so umboð fyri sjómannadagin og fólk frá Fiskirannsóknarstovuni at merkja springaran og síðani verður hann sleptur í havið.
– Vit hava verið í samband við útlendskar granskingarstovnar, men hóast áhugin fyri springaranum er stórur, so er tað eingin sum hevur mett seg hava pláss ella fíggjarliga orku til at taka ímóti Polli, sigur Hjaltur Poulsen, frá Føroya Sjómannadegi við Norðlýsið.