Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ponyríðing, tarvaskítan, djóragarður og annað mangt

Oliver Joensen

 Eplafestivalurin hevur havt nógv at bjóða í dag, og í kvøld verður so skipað fyri borðhaldi og dansi. Men her eru nakrar myndir afturat frá í dag. 

Ponyríðingin og djóragarðurin gjørdu lukku. Tarvaskítingin var eitt stuðulstiltak, har vinningarnir vóru sera góðir.

Norðlýsið endaði dagin við einum túri vestur á Gróthúsvatn, har vit sóu brimgangin mótu Nípuni. Fram við “Spruttholinum” vóru vit eisini, har vit sóu Dímunar báðar í baksýninum. Alt í alt ein framúr dagur við nógvum fólksligum upplivingum, har vit eisini hittu gamlar kenningar úr Klaksvík, sum at kalla vóru blivnir burtur úr minninum.

Flott og viðkomandi tiltak í Trøðum á Sandi.