Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Posta bjóðar grønlendingum at keypa á netinum

Tíðindaskriv

Grønlendingar keypa nógv á netinum, men hava ta avbjóðing, at fleiri nethandlar ikki senda vørur til Grønlands. Posta hevur ment eina skipan, sum ger, at grønlendingar nú kunnu keypa úr øllum Evropa og fáa vøruna senda til hús, sama hvar í Grønlandi tú býrt.

Posta-appin er snúningsaksan. Ein grønlendskur netkeypari keypir vøruna og skrásetur Posta Logistics í Kolding sum leveringsadressu. Keypið verður skrásett á Posta-appini, har keyparin eisini rindar fyri flutningin til Grønlands á appini. Keyparin fylgir vøruni við appini.

Posta bjóðar hesa tænastu til fastar prísir. Sendingar til Nuuk kosta kr. 375,- og til restina av Grønlandi er prísurin kr. 495,-

Í Grønlandi verður MVG ikki roknað á vørur. Útberingin í Grønlandi verður gjørd í samstarvi við TELE- POST.

”Posta hevur eitt sterkt og gott samstarv við TELE-POST, og vit fegnast um at tæna grønlendsku kundunum. Fyri Posta er hetta ein liður í strategiini at vaksa um okkara marknaðir, og við deild okkara í Kolding er hetta eitt upplagt tilboð til grønlendingar”, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.