TB toppskjúttin hevur gjørt sáttmála við meistararnar.
HB boðar í morgun frá, at teir hava gjørt sáttmála við Poul Ingason. Poul skoraði 7 mál fyri TB seinasta kappingarár. Poul Ingason er 18 ára gamal, men hevur longu spælt og skorað á U21 landsliðinum, har HB venjarin Heðin Askham er annar av venjarunum.
Mynd: hb.fo




