Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Poul Michelsen kemur samgonguni til hjálpar

John William Joensen

Í tinginum boðaði Poul Michelsen frá at hann fór at stuðla samgonguni – fyri at fáa skúlan í Havn bygdan

Lokalmál hava síðan seinasta løgtingsval sett dagskránna í løgtinginum og hóast tað á papírinum er talan um eina andstøðu og eina samgongu – so vísir viðgerðin í tinginum í morgun á at tað er fyrst og fremst lokalpolitikkur tað gongur út uppá.

Tveir samgongulimir – Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, hava orðsaka av Sandoyartunnlinum boða frá at teir ikki kunnu stuðla verkætlanini í Marknagilið.

Samstundis hevur Poul Michelsen, andstøðulimur – og fyrrverandi borgarstjóri í Havn –  boða frá at hann fer at atkvøða við samgonguni. Sambart honum er hetta einasta trygdin fyri at ætlaði skúladepilin verður bygdur í Havn.

Harafturat – hava Kári og Kári í Sjálvstýrisflokkinum boða frá at teir fara at atkvøða fyri uppskotinum hjá samgonguni.

Orðaskiftið við triðu viðgerð er sjálvsama hart – og baði limir í andstøðu og samgongu hava ført fram at málið er ov illa fyrireika frá landsstýrinum.