Føroyska U21 landsliðið fekk eina fína byrjan uppá U21undankappingina, tá liðið fekk 2-2 javnleik á Svangaskarði.
Undan dystinum var trupult at meta um, hvussu U21 landsliðiðfór at standa seg, tí hópurin var nógv útskiftur, nú nógvir leikarar vóru blivnirov gamlir. Men Føroyska liðið stóð seg frálíkt. Dysturin var rættuliga javnur,har føroyska liðið kanska var minst líka gott og til tíðir betri enn Rumenar.Gunnar Zachariassen úr EB/Streymi legði Føroyar á odda eftir 29 minuttum eftir upplegg fráGilla Sørensen, men í seinna hálvleiki skoraði Rumenia 2 mál, har tað seinnakom í 85 minutti. Men í seinastu sekundunum javnaði TB leikarin Poul Ingason – ella Poulotelli, sum hann verður kallaður har suðuri við tilsipan til kenda Balotelli – og tann bara17 ára gamli leikarin gjørdist tí dagsins hetja, ið tryggjaði U21landsliðinum enn eitt gott úrslit.
Týsdagin spæla Føroyar í Montenegro.
Mynd: Álvur Haraldsen




