Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prædikari prædikar um Prædikaran

Tíðindaskriv


Prædikarin staðfesti ærliga, at lívið er rein fáfongd. Hetta verður evnið í nýggjari røð í Lívdini undir yvirskriftini ”Her er lív títt!”

Komandi sunnudag byrjar nýggj røð av talum um bókina Prædikarin í Bíbliuni. Í samkomuni Lívdin fer Jógvan Zachariassen, pastorur í Lívdini, komandi árið at prædika við støði í truplu, men húðærligu bókini í Gamla Testamenti.

Kanst tú heilt ærliga siga teg vera nøgdan við lívið? Ella stríðist tú eisini við hesar spurningar: Havi eg stýr á mínum lívsumstøðum? Fara pengar at geva mær frælsi? Finst nakar, sum kann uppfylla mínar tørvir og lystir? Kann eg verða glaður og nøgdur? Er vitan og kunnskapur lykilin til eydnuna? Gevur spiritualitetur nakra meining? Er nøkur vón um eitt langt lív? Finst nakað størri enn hetta?

Prædikarin var ærligur og segði, at lívið er rein fáfongd – meiningsleyst! Hann hevði alt – bæði ríkidømi, myndugleika, og vísdóm – men hann leitaði eftir onkrum størri. Lívið “undir sólini” tyktist meiningsleyst og tómt, tí eftir mikið stríð og strev, doyggja vit og fara aftur í moldina.

Hetta verður høvuðsevnið sunnudagar í Lívdini 2014/15 undir yvirskriftini ”Her er lív títt!”. Jógvan Zachariassen fer at brúka áleið tveir sunnudagar um mánaðin komandi árið at gjøgnumganga Prædikaran. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá Lívdini, júst nær Prædikarin er á skránni. Eisini ber til at taka talurnar niður á www.livdin.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Harleyfacadeacryl