Gamlir lærarar á Ziskatrøð hittast javnan til hugna. Vit fingu eina mynd herfyri í Amarant
Herfyri vóru vit í Amarant ein fyrrapart. Tá sótu fleiri gamlir lærarar á Ziskatrøð og hugnaðu sær við morgunmatarborðið.
Tey hava øll brúkt lívið hjá sær, at læra yngri ættarlið upp, hava givið okkum ein týdningarmiklan førning, tá vit skuldu víðari í lívinum.
Lærararnir eru farnir um pensiónsaldur. Vit práta um alt møguligt, bæði tað sum farið er og um hvat gongur fyri seg í dag, hesar løturnar eru sera hugnaligar, segði Hans Eli Hansen brosandi.



