Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur, sum hevur staði fyri arbeiðnum at tryggja Kópakonuna, sigur ataldurnar sum raktu Kópakonuna høvdu eina ferð sum var umleið 70 km/tog eina hædd sum var 11,5 metrar høg. Eftir myndum at døma hevur hon staði royndina og aldurnar tykjast ikki hava ávirka Kópakonuna.
Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur, sum hevur staði fyri arbeiðnum at tryggja Kópakonuna, sigur at aldurnar, sum raktu Kópakonuna, høvdu eina ferð sum var umleið 70 km/t. og eina hædd sum var 11,5 metrar. Ættin var tann ringasta,einar 30 gradir norðurog Eftir myndum og filmum at døma hevur hon staði royndina. Aldurnar tykjast ikki hava ávirka Kópakonuna.
Tá eg kom inn í verkætlanina hevði listamaðurin, Hans Pauli Olsen, gjørt eitt uppskot sum Landsverk ikki metti fór at klára trýst frá brimi. Landsverk metti at neyðugt var at seta upp brimverju um standmyndin skuli verða standandi. Eg fór so í eitt kjak við listamannin um at fáa kópaskinni longur upp, so kópakonan ikki var so nakin og harvið gjørdist sterkari. Hetta skilti Hans Pauli og úrslitið er at standmyndin er gjørd til at tola aldu sum er 13 metrar høg og sum hevur eina ferð ið er 90 km/t.
Sostatt er Kópakonan gjørd til at standa undir í sjógvi, men samstundis mettu vit um kringumstøðurnar, og komu til tað niðurstøðu at tað er neyvan sannlíkt at brim brýtur beint á standmyndina.
Tað er sera djúpt beint út fyri har Kópakonan stendur og tí hava aldurnar ikki sama møguleika at reisast og tí skola tær meira enn bróta tá tær raka. Á myndum sæst at beint norðanfyri lendingina stendur brimi í grasið og tað er tí at har er grynnri so aldurnar reisast og bróta.
Nú fáa vit so eftirkanna um rivur eru komnar, men tað vanti eg ikki, tí sum sæst á myndunum, so skola aldurnar tvørtur við og framvið standmyndini, og tað er júst hetta konstruktiónin leggur upp til, sigur Preben Hansen, sum í spenningi hevur studera myndir og filmar av ódnarveðrinum og serliga briminum í Mikladali.
Menn sum hann hevur tosað við siga at brimið kann gerðast ógvusligari enn vit upplivdu í gjár, men tað heldur Preben Hansen ikki verða serliga sannlíkt.
– Vit hava sum sagt lagt upp fyri aldu sum er 13 metrar, men á myndunum sæst at beint norðanfyri standmyndina stóð brimið í græsið og tí verður tað neyvan ofta at vit fara at síggja meira brim at vit sóu í gjár.
Her eru nakrar myndir sum Annbjørg Andreasen hevur tikið av Kópakonuni í Mikladali




