Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prenez garde aux enfants!

Jóhann Lützen

Tað er hugstoytt at lesa og síggja, hvussu fiskivinnan í hesum døgum verður handfarin av landstýri, frøðingum og tingfólki, uttan at hava eina hóming av hvat hon í veruleikanum snýr seg um. Enn meiri hugstoytt er at hoyra um rang-hugmyndir frá danska tjóðbankanum, sum onki hava við veruleikan at gera, og sum stava frá okkum í Føroyum.

Tað er hugstoytt at lesa og síggja, hvussu fiskivinnan í hesum døgum verður handfarin av landstýri, frøðingum og tingfólki, uttan at hava eina hóming av hvat hon í veruleikanum snýr seg um. Enn meiri hugstoytt er at hoyra um rang-hugmyndir frá danska tjóðbankanum, sum onki hava við veruleikan at gera, og sum stava frá okkum í Føroyum, sigur Pól Huus Sólstein

Pól Huus Sólstein skrivar m.a:

Tann sum trýr og heldur og meinar, at hetta sum eitur tilfeingisrenta, og tilfeingisgjald og uppboðssøla og hvat veit eg, ikki kemur at hava eina ógvusliga ávirkan á vinnuna má trúgva umaftur. Og so serliga tey tingfólk, sum burdu havt eitt sindur til yvurs fyri teirra nærumhvørvið. Tá Ríkisumboði við upplýsingum til Føroyanevndina og víðari til Tjóðbankan kemur við upplýsingum, sum koma úr okkara egna fiskimálaráð, um ein tilfeingisrentu á 750 mió; ja so havi eg ikki annað at fyrihalda meg til at hetta er so. Og eitt veit eg; um tilfeingisrentan skal koma nær námind 750 mió, við verðandi høgu kvotum, so skulu hýrurna niður við meir enn 350 mió kr, ella tætt við 0, og tá hevur reiðarin skarva sín vinning niður á 6%, sum stevnir móti hóttafallið. Og tað kemur at svíða, so dyggiliga. Og bert har, sum hýrurnar eru; í landnyrðings Føroyum.

Jú hetta minnir meg um ævintýrið hjá H.C. Andersen “Det er ganske vist”. Um hønuna, sum pikkaði eina leysa fjøður, sum stóð og peiðaði út, og hevði á orði: “Jú meir eg pikki mær, ja jú lekrari gerist eg”. Og sum tað nú einaferð er í hesi verðini, so lurta vit, og tó lurta vit ikki. Og hønan, sum lá við síðuna av og kundi ikki sovnað, vakti næstu hønu og mátti líka siga við hana, at nú var tað ein høna, sum vildi pilka fjaðrarnar av, tíð hon vildi tekkjast hananum. Og restina av søguni kenna vit. Tá søgan hevði verið runt í grannalagnun, var fjøðurin blivin til 5 spilnaknar hønir, um pikkaðu seg til deyða, tí ongin av teimum fekk hanan. “Tað er heilt víst” fortaldi hønan, sum hevði frætt um søguna, og hinar hønurnar reistu fjaðrarnar, og sjálvt hanin lat reykin falla.

Men Uglan, so vís sum hon var, hevði eisini hoyrt søguna í grannalagnum, men tá hon fortaldisøguna víðari, viðmerkti hon: “Prenez garde aux enfants!” Hetta er als ikki fyri børn.

Á Mikkjalsmessu 2017, Pól Huus Sólstein


P.S. Ices er júst í hesi løtu komin við síni tilráðing til uppisjóvarkvoturnar fyri 2018:

Sild: 546 túsund tons í 2018, móti 646 túsund tons í 2017 ( -100.000 tons)

Makrelur: 550 túsund tons í 2018, móti 857 túsund tons í 2017 ( -307.000 tons)

Svartkjaftur: 1.387 túsund tons, ið er á leið tað sama sum í 2017


Les alt lesarabrævið við talvum niðanfyri.