Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Prentmiðstøðin snarar lykilin

Jóhann Lützen

Tað er ikki fíggjarliga møguligt at reka Prentmiðstøðina longur. Fallandi upplag hjá bløðunum er ein høvuðsorsøk, sigur leiðslan í Prentmiðstøðini

Norðlýsið hevur fingið uppspurt í morgun, at Prentmiðstøðin snarar lykilin á Ólavsøku. Raksturin gevur hall og tískil verður hetta stig tikið. Starvfólkini eru kunnaði í morgun, siga tey frá Prentmiðstøðini í morgun.