segði forsetin í IRAK, Jalal Talabani, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í USA
– Sum forseti í IRAK eri eg avgjørdur fyri at vit fara at náa tey mál sum irakiska fólkið hevur sett sær.
– Vit mugu støðugt arbeiða fyri nationalari sameinan, fyri at smíðja lógir sum koma at geva tjóðini meira vinning burtur úr oljuni, uppgerð við fortíðina, íløgur í nútíðina, og lógir sum verða grundarlagið undir allari menning og kjakið i IRAK.
– Alt hetta arbeiði er komið sera langt og fyrsta dagin fara vit at leggja lógirnar fyri parlamentið.
– Vit brúka eisini stóra orku uppá at byggja okkum ein nýggjan herð, sum so við og við er í ferð at yvirtaka ábyrgdarøkið frá altjóða herðliðinu, sum í løtuni er í IRAK.
– Sjálvandi hava vit nógv at takka amerikanska fólkinum fyri, og eg fari í hesum sambandi, at senda mína samkenslu til tey mongu, sum enn einaferð hava offrað seg fyri at vinna øðrum frælsi.
– USA hevur altíð staði í fremstu røð fyri at vinna øðrum frælsi og tað eiga vit at vera takksom fyri.
– Eisini sendi eg mín samkenslu til teir IRAKar, sum hava mist tilframa fyri somu søk.
– Eg eri sera fegin um stuðulin frá amerikanska forsetanum og kongressuni.
Ikki einans trupuleikar í IRAK
IRAKiski forsetin segði at sjálvandi vóru stórir trupuleikar í IRAK, men nóg gott hendir eisini.
– Sjálvandi hava vit enn stórar trupuleikar við trygdini. Høvuðsfíggindin hjá IRAKiska fólkinum er al Qaeda sum framvegis er í pørtum av landinum.
– Hesin felagskapurin er stórsti trupuleikin hjá heimsins londum. Hann er virkin í stórsta partinum av heiminum.
– Tað er eitt sindur hugstoytt at pressan bara fokusera uppá tað negativa í IRAK.
– Vit hoyra ongantíð um tey stóru framtøkini sum eru hend í landinum.
– Búðskaparliga hevur gongdin verið positiva vegin í stórum pørtum av landinum. Milliónir av mínum landsmonnum hava betri inntøku í dag enn teir hava havt áður. Vit hava gjørt nógv fyri at betra um sosialu viðurskiftini kring um í landinum.
– Eingin skrivar um at hægri skúlar, fólkaskúlar og sjúkrahús kring alt landið eru í stórari menning.
– Sjálvandi hava vit trupuleikar – eisini á hesum økinum – men nógv er hent til tað betra.
– Við dyggum stuðli og hjálp úr USA og vini okkara, President Bush – amerikansku kongressuni – hava vit nátt nøkrum tíðandi málum.
– Hóast vit enn hava trupuleikar við trygdini, so hava vit fyri fyrstu ferð í søguni fingið demokratisk viðurskiftið í landinum.
– Øll sløg av demokratiskum rættindum eru í dag galdandi fyri irakiska fólkið.
– Vit hava fríð val, vit eiga eitt parlament sum fyri fyrstuferð er valt av irakiska fólkinum.
– Myndugleikar, forseti og forsatisráðharri eru øll vald av irakiska fólkinum.
– Vit hava eisini sæð stór framstig í at endurbyggja landið.
– Ikki allir partar av irak eru illa fyri.
– Í norðara partinum hava vit Kurdistan har friður og menning valdar.
– Í sunnara partinum av landinum eru níggju provinsur, sum nú hava trygg viðurskifti og í hesum økjunum hava altjóða herðliðini latið valdið yvir til Iraksiku myndugleikarnar og Irakiskir hermenn og politi syrgja fyri trygdini.
– So tað gongur frammá men tað eru enn stórir trupulleikar at vinna á.
– Men vit hava sett okkum greið mál og vit fara at vinna á trupuleikunum.
– Vit liva nú í betri umstøðum enn vit hava gjørt, segði Irakiski forsetin sum í gjár var á almennari vitjan í USA.




