Norðlýsið bar í farnu viku tíðindini um, at Strandferðslan ætlar at hækka prísin á fleiri leiðum seinni í ár. Nú hevur løgtingskvinna reist málið í Løgtinginum
Í kjalavørrinum av tíðindunum um ætlaðu príshækkingarnar, vendi Norðlýsiði sær í gjár til Fíggjarmálaráðið um málið. Vit hava millum annað spurt, hvussu tað ber til, at Strandferðslan kemur við príshækkingum, bert fáar vikur eftir, at stovnurin fekk eina eykajáttan á 30 mió kr. til olju.
Enn er einki svar komið, men nú setur Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum landsstýrismanninum nakrar spurningar um málið. Hon skrivar soleiðis í viðmerkingunum:
Ikki rætta løtan at hækka prísirnar
Strandferðslan hevur boðað frá, at prísirnir hjá Bygdaleiðum hækka. Enn er ikki vist, hvussu nógv, og tí havi eg spurt landsstýrismannin, hvat vendir og upp niður í hesum málinum.
Norðlýsið visti herfyri at siga, at viðskiftafólkini nú ein dagin skuldu gjalda 100 krónur meir enn higartil fyri eitt mánaðarkort. Ein hækking á heili 10% í einum, sum SSL segði var ein feilur. Samstundis varð sagt frá SSL, at prísirnir fara at hækka.
At hækka prísirnar fyri at brúka almennu flutningstólini, samstundis sum vit hava sæð ógvusliga príshækking á býli, olju og matvørum, er steinur oman á byrðu hjá borgaranum.
Tí er áhugavert at hoyra, hvat grundgevingin er fyri at hækka prísirnar nú.
Síðan Eysturoyartunnilin kom, so hava norðoyingar og eysturoyingar ynskt fleiri túrar til Havnar gjøgnum tunnilin. Hetta fyri at fólk, ið ynskja at brúka Bygdaleiðir í hesum økjum, fáa størri gleði av nýggja tunnilinum.
Hetta er ikki rætta løtan at hækka prísirnar. Føroyingar hava ivaleyst av fíggjarligum avbjóðingum at hugsa um, og tí má kostnaðurin á almennu flutningstólunum ikki leggja eyka trýst á.
(Bjarnir Árting Rubeksen eigur myndina)



