Týsdagin 17. juli er seinasti dagur at keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin fyri 795 krónur.
Summar Festivalurin nærkast alsamt, og mikudagin hækkar prísurin á vikuskiftispassum aftur. Samanborið við endaliga prísin við dyrnar, ber til at spara 200 krónur við at keypa vikuskiftispass í seinasta lagi týsdagin 17. juli.
Prísurin á vikuskiftispassum er í løtuni 795 krónur. Mikudagin hækkar prísurin upp í 895 krónur, og prísurin hækkar við 100 krónum afturat, tá ið festivalurin byrjar.




