segði ein avgjørdur, Johan Dahl, undir viðgerðini av løgmansrøðuni.
– Um vit hyggja aftur á undanfarnu tingsetu so má eg viðganga at stórsti brølarin hjá Samgonguni er leisturin sum vit brúktu tá vit valdu at privatisera Farmaleiðir.
– Privatiseringin av Farmaleiðum hevur víst seg at veri ein stór gøla fyri útjaðaran.
– Tað almenna betalir framvegis 6 milliónir til Farmaleiðir eftir at felagið er privatisera, og hava vit tískil spart 3 milliónir við at privatisera økið. Hetta er heilt fantastiskt og vóni eg at avvarandi landsstýrismaður tekur hetta upp til viðgerar.
– Fyri miðstaðarøkið er støðan ikki nakar trupuleiki men síðan privatiseringina hevur Farmaleiðir als ikki virka í suðuroynni og norðoyggjum, segði suðuroyartingmaðurin fyri løtu síðan í tinginum.




