Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prix Føroyar 03: Avsláttur at ferðast til Prix Føroyar 03!

Oliver Joensen

Prix Føroyar fyrireikarnir hava fingið bjóða 15% í avslátrið frá Strandfaraskipum landins. Avslátturin verður latin fyri sama dag sum atgongumerki er galdandi.

Suðringar fáa ein serligan avsláttur
Fyri at hjálpa suðringum, sum hava tann størsta kostnaðin av at fara til Prix Føroyar verður ein serligur avsláttur  til ferðaseðilin millum Suðuroynna og Tórshavn, Kunningarstovan á Tvøroyri fer at selja  ferðaseðlar til Havnar og heimaftur aftur fyri einans 70 kr.. Ferðaseðlarnir er einans galdandi sama vikuskiftið sum atgongumerki og kunnu bert keypast saman við einum atgongumerki til Prix Føroyar. Hetta merkir í krónum og oyrum, at prísurin hjá einum suðringi verður umleið  tann sami sum hjá eitt nú einum sandingi at koam til Prix í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Eykatúrur um náttina til Klaksvíkar
Fyri at hjálpa norðoyingum hava fyrireikarnir leiga Dúgvuna til at sigla  kl.03.45 til Klaksvíkar, tvs. aaftaná konsertina. Atgongumerki við Dúgvuni kunnu keypast  í Norðoya Kunningarstovu og Mentanarhúsinum

Náttarbussur til meginøkið og Vágarnar
Náttarbussar koyra til innleiðandi umførini bussarnir hava hesa ferðaætlan:
Bussar fara  
Av Toftum, kl. 20:30      í  Leirvík 20:50
Av Strondum kl. 20:30  í Gøtu kl.20:50
Úr Vestmanna kl.20:00 Náttarbussurin 
Úr Sørvági, kl. 20:00 Náttarbussurin 
Úr Steinatúni, kl. 20:00 

Prix Pass
Atgongumerkini kosta vanliga 130 kr, men tað ber eisini til at keypa sær eitt Prix Pass sum er galdandi fyri øll 6 innleiðandi umførini. Kostnaður fyri hetta passið er einans 490 kr. Prix Passini kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovunum.

Beinleiðis konsert í Útvarpinum
Útvarpi sendir beinleiðis frá Prix konsertunum.  Konsertin byrjar klokkan 21.00. Dyrnar lata upp klokkan 20.30

Atgongumerki fáast kring landið:
Atgongumerki verða at fáa hesa vikuan  á hesum støðum:

Eysturoyar Kunningarstova
Kunningastovan í Havn
Kunningarstovan á Sandi
Kunningarstovan á Tvøroyri
Kunningarstovan í Fuglafirði
Norðoya Kunnigarstova
Mylnan í Miðvági
Shell í Gøtudali