Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Profilur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevur tryggjað sær ein av mest týðandi leikarunum í hópinum seinasta árið fyri komandi árini.

KÍ hevur fyrrapartin gjørt sáttmálavið miðvallarleikaran Semir Hadzibulic.

Tað er helst breið semja um, at 30ára gamli Semir Hadzibulic hevur verið ein fongur hjá KÍ, síðanihann kom til felagið undan kappingarárinum 2016. Í fjør var hannmillum mest eyðsýndu leikararnar í Effodeildini og í ár hevurhann hildið fram, har hann slepti í fjør. Fyrrapartin skrivaðu KÍog Semir Hadzibulic undir sáttmála, ið er galdandi fyrikappingarárini 2018 og 2019.

Í kvøld hevur Norðlýsið grein, harSemir greiðir frá, hví hann hevur gjørt nýggjan sáttmála oghvat hann væntar av framtíðini í felagnum.