Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Profilurin í flokkinum er nú 20 ár yngri

John William Joensen

Eg og Anfinn eru óguliga líkir men stórsti munurin er sjálvandi at eg eri 20 ár yngri, sigur Jørgin Niclasen, sum fyri løtu síðan gjørdist formaður í Fólkaflokkinum.

Nývaldi formaðurin harmast um at Anfinn Kalsberg ikki longur stendur við stýrisvølin í Fólkaflokkinum.
– Tað verður ein ógvuliga trupul og tung uppgáva at lyfta arvin eftir fráfarandi formanninum, men eg kenni tað sum ein stóran styrk at hava fullan stuðul frá Anfinn Kalsberg.
– Vit hava tosað nógv aftur og fram um formansspurningin og vit valdu so at blanda kortini soleiðis at flokkurin nú far ein ungan profil og eg vil siga at vit nú hava ein góða blanding av ungum og góðum gomlum.

Til arbeiðis beinan vegin
– Stórsta uppgávan fyri framman er komandi løgtingsval og tað arbeiði eru vit longu byrjaðir uppá.
– Sum formaður verður tað mín uppgáva at vera savnandi fyri sjónarmiðini í flokkinum og at profilera politikkin og tí verður porfilurin hjá mær persónliga kanska eitt sindur annaleiðis.
– Tað er munur á at vera tingmaður og so formaður í flokkinum og tað fara fólk eisini at síggja.

Ikki stórur munur
Jørgin Niclasen dugur ikki at síggja stórvegis mun á sær og fráfarandi formanninum.
– Vit eru sera samdir politiskt og Anfinn er ein ótrúliga lagaligur persónur. Hettar eru eginleikar sum eg eisini ynski at vísa og sjálvur haldi eg at eg eisini kann vera rættuliga tvørur í samráðingar støðum.
Stórsti munurin millum meg og Anfinn er uttan iva at eg eri 20 ár yngri og hetta fer uttan iva at síggjast aftur í tí valskrá sum vit fara at leggja fyri veljararnar til komandi løgtingsval.

——–

Tíðindaskriv:

Annfinn Kallsberg hevur í dag lagt frá sær sum formaður fólkafloksins eftir 14 ár í sessinum. Eftir drúgva viðgerð í tingbólkinum, var avgjørt at fylgja tilmælinum frá fráfarandi formanninum og velja Jørgen Niclasen sum nýggjan formann. 

Jørgen Niclasen er 38 ára gamal. Hann hevur drúgvar royndir í politikki. Kom fyrstu fer á ting í 1989 sum 20-ára gamal. Hevur síðan sitið á tingi í góð 15 ár.

Jørgen hevur í politiska lívinum havt nógv álitsstørv. Hann hevur verið formaður í løgtingsins Almanna og heilsunevnd, Landsstýrismannanevnd, Vinnunevnd og løgtingsins Fíggjarnevnd. Í løtini er hann formaður í Trivnaðarnevndini. Hann hevur eisini verið limur í Norðurlandaráðnum. 

Frá 1998-2003 var Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Síðan 2004 hevur hann verið formaður í ingbólki Fólkafloksins.

Harleywoodpaint