Fríggjakvøldi (í kvøld) kl 22.00 verður Pub-Quizzin aftur á skránni úti á Fortuna. Quiz-master verður tann altíð vælupplagdi Kristian Joensen, og hann er klárur við hópin av spennandi spurningum.
Quizz’in koyrir yvir 4 umfør á 10 spurningar, har borðini kappast ímóti hvørjum øðrum og besta borðið í hvørjum umfarið fær vinning. 2. umfar er tann sokallaða ”tøsirundan” við spurningum til konufólk og so ikki at gloyma superrunduna, sum enn ongin hevur megnað at vunni.
Livandi tónleikin fríggja- og leygarkvøldið fara Mikkjal Hvannastein og Kristian Johannesen at standa fyri.




