(Andorra) Okkurt bendur á, at ein NSÍ leikari fær møguleikan í álopinum fyri fyrstu ferð leygardagin.
(Andorra) Okkurt bendur á, at ein NSÍ leikari fær møguleikan í álopinum fyri fyrstu ferð leygardagin.
A-landsliðið hevði í morgun sína næstseinastu venjing áðrenn dystin leygardagin móti Andorra. Venjingin gav greiðar ábendingar um, hvussu uppstillingin verður. Í málinum verður Gunnar Nielsen og í verjuni liggur púra greitt, at Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan T. Davidsen og Viljormur Davidsen spæla. Á miðvøllinum bendur alt á, at Gilli Sørensen og Kaj Leo í Bartalsstovu spæla á kantunum, meðan Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar manna sentrala miðvøllin. Í álopinum er einasta ivamálið. Annar av leikarunum verður Jóan Símun Edmundsson. Útfrá venjingini í morgun so fellur valið – púra óvæntað fyri tey flestu – á Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ. Hesum plássi hevur hann spælt á fyri NSÍ í ár, men hetta er fyrstu ferð á landsliðnum, at Pól Jóhannus fær møguleikan í álopinum. Hinir báðir møguleikarnir í álopinum eru Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen og har er Páll sum skilst frammanfyri í røðini.
Sostatt verður uppstillingin mest sannlíkt hendan: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan T. Davidsen, Viljormur Davidsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Gilli Sørensen – Pól Jóhannus Justinussen, Jóan Símun Edmundsson
Einasta ivamálið tykist vera, um Pól Jóhannus byrjar. Ger hann ikki tað, so fellur valið mest sannlíkt á Páll A. Klettskarð.




