Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Púra ovfarin av stóra uppbakninginum

Jóhann Lutzen

Fólk hava nærmast staðið í kø við lukkuynskjum og tað eri eg sera fegin um. Mítt sólaklára fatan er, at fólk eru fegin um, at tað eru lokalir eigarar, sum fara at mynda blaðið framyvir. Um eg ikki visti tað áðrenn, havi eg fingið tað staðfest við sjeytumma seymi seinastu dagarnar – Norðlýsið hevur týdning!

Vit fara at halda fram við góðu kósini, sum Norðlýsið hevur hildið øll árini. Vit fara at verða lokalir, vit fara at verða nationalir og vit fara at verða globalir. Vit skulu loyva øllum framat uttan mun til politiska sannføring og vit skulu verða betur at røkka kvinnunum.

Vit skulu verða knappir og vit skulu verða hvassir, uttan tó at gloyma okkara leiklut sum vakthundar heldur enn jakthundar.

Vit halda til á tveimum mótum – heimasiðuni og blaðútgávuni. Enn í dag er tørvur á blaðútgávu við áhugaverdum tilfari, sum okkara lesarar dáma væl. Fyri stovnar, fyritøkur, politikarar og frítíðarfelagsskapir er Norðlýsið ein funnin fressur, tí vit røkka so mongum brúkarum. Á netsíðuni eigi vit at gera meira burturúr beinleiðis sendingum og at leggja upptøkur á goymslu á netinum, soleiðis at okkara vitjandi kunnu hyggja at teimum, tá tey hava tíð.

Keypstilgongdin

Tá tað frættist at Oliver hevði ætlanir um at selja Norðlýsið, hækkaði pulsurin beinavegin og farið varð undir at kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka miðilin. Vit tríggir Jóannis og Palli hava einans rós til yvirs fyri gomlu eigarunum og ætla at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil har fólk, virkir, stovnar, politikarar, áhugafeløg, frítíðarfelagsskapir og onnur kunnu samskifta døgnið runt.

Hendan fyrsta vikan hevur verið serstakliga spennandi og innihaldsrík. Viðhvørt havi eg kent á mær at tørvur hevur verið á, at farið út at blása fyri at reinsa høvdið. Tað sum hevur lætt um støðuna er hvussu hjálpsamir Oliver, John William og Helgi hava verið. Spurningar og ivamál í hópatali verða skjótt til svar og loysnir klárar at seta í verk.

Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og hevur verið ein viðkomandi partur av mínum lívi, antin eg havi búð í Klaksvík, Tórshavn ella í Keypmannahavn. Tað er altíð Norðlýsið, sum má leitast fram, fyri at frætta tíðindir úr Klaksvík og norðurøkinum. Sum partaeigari og stjóri fer Norðlýsið sjálvsagt at fylla enn meira og mín vón er at Norðlýsið enn sum áður verður ein viðkomandi miðil hjá fólki at nýta – tað hevur uppbakningurin seinastu dagarnar sanniliga givið ábendingar um.