Í hálvaskýmingini í gjárkvøldið gingu nakrar damur við Fornminnasavnið og høsnaðust rundanum QR-lyklarnar til søguna um læknastríðið.
Tá ið eg fór at fregnast, var talan um ein kreativan bindiklubba, sum liður í síni binding og køkupráti, byrjaði kvøldið við at fara á skattajakt – at svara einum spurningi pr. QR-lykil úti á havnarlagnum á vestursíðuni.
Tað er gørdur ein faldari, sum greiðir frá hvar hesir 13 QR-lyklarnir eru at finna, sum tú við eini snildfon kanst fáa at vita, havt hendi júst her undir læknastríðnum.
Henda skattajaktin var eisini roynd á Sjómannadegnum, sum partur av skránni henda dagin.
Hetta eru søgu- og filmsbrot, Klaksvíkar kommuna hevur fingið gjørt, kallað ”Gakk og hygg – ella Walk and watch” eitt virtuelt søgusavn – ella tykissavn, sum tað eisini kann kallast, ið snýr seg um læknastríðið.
Søgan er søgd í nýggjum hami á staðnum, júst har leikur fór fram við filmi og frásagnum, sum Annfinnur Heinesen er vertur fyri – á føroyskum, donskum og enskum.
Hesar søgurnar vildi hesin kreativi bindiklubbin sleppa at royna og svara uppá spurningarnar í skattajaktini, sum er ein pr. stað úti á havnarlagnum kring Fornminnasavnið.
Beint sunnanfyri Norðoya Fornminnasavnið eru tveir kunnandi lyklar nr. 1 og nr. 2 um læknastríðið og um søguliga tilknýtið til Danmark.
Niðanfyri læknahúsini – við trappuna er lykil nr. 3, sum snýr seg um Halvorsen og nr. 4 niðanfyri Sjúkrahúsið, ið snýr seg um Rubek Nielsen.
Við Longukai eru tveir spuningar, nr. 6 um uppreisturin og nr. 7 um Parkeston. Niðanfyri sýslumanshúsini setndur lykil nr. 8, um børnini hjá sýslumanninum. Við gomlu Havnarskrivstovuna nr. 10 Gíslatølan og nr. 11 Undantaksstøðan.
So hesar skapanarhugaðu damurnar fóru spentar heim at kanna eftir, hvussu nógvar spurningar, tær høvdu svara rætt afturvið einum góðum kaffimunni, áðrenn stokkarnir vórðu tiknir fram.
Spurnarblaðið fæst í Miðlan – So hetta kanst tú eisini royna!






































