Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Quality Street karamellur oyðileggja mær ikki jólini

Líggjas Johannesen

Eitt felag hjá 12.manni hevur ligið í dvala í 4 ár. Hetta fjepparafelag kallast Quality Street, men nú eru aftur boð send eftir teimum

Ofta hoyra vit, at ein fótbóltsdystur verður vunnin á vøllinum.

Og somuleiðis hoyra vit ofta, tá føroyingar hava tapt á vøllinum, “Jú men, vit vunnu dystin uttanfyri vøllin”. Men tað eru úrslitini á vøllinum sum telja, og ONKI annað sum telur.

Og tey sum eru uttanfyri vøllin, eru tann sokallaði 12.maðurin, sum ofta eru skipað í feløg, so sum Bláa Bylgja, Skansin o.s.fr.

Eitt felag hjá 12.manni hevur ligið í dvala í 4 ár. Hetta fjepparafelag kallast Quality Street, men nú eru aftur boð send eftir teimum.

Nú útlit eru fyri, at andstøðan fer at tapa dystin á vøllinum (Tinghúsinum), so hevur andstøðan sent boð eftir 12.manni, og ætlar at vinna dystin uttanfyri vøllin (uttanfyri Tinghúsið).

Quality Street skal møta í dag kl.16:00. Tey kunnu gjarna vinna uttan fyri vøllin. Tað sum telur er, hvør vinnur á vøllinum, og vónanadi verður tað samgongan, ið vinnur.

Um samgongan vinnur á vøllinum, so klárar 12.maður hjá andstøðuni ikki at oyðileggja mær jólini. Tey skulu nokk blíva góð – við ella uttan Quality Street karamellum.