Queen Victoria liggur í løtuni á Galvinum við kós móti Norðhavnini.
Queen Victoria liggur í løtuni á Galvinum.
Veðrið er av tí allar fagrast á sjónum, har vit hava tikiðmyndina av brúnni umborð á Queen Victoria kl. 16.12. Ferðamannaskipið kemur fráReykjavík og er ávegis niður til Europa.
Veðrið í Klaksvík er eisini gott og í løtuni, sólin skínur oman og niðan(sum myndirnar niðanfyri vísa), so teir mongu gestirnir síggja út til at fáa bestu hugsaðuumstøðurnar, nú teir steðga í Klaksvík. Skipið fer avstað aftur kl. 04.15 í nátt.
Skráin í Klaksvík fyri dagin er hendan:
Kl. 10.00-23.00 Handlarnir hava opið,
minst til at klippa lepan og fá serlig tilboð
Kl. 17.00-22.00 Innandura marknaður í Skálanum
Kl. 17.00-23.00 ABC Charity Café
Livandi tónleikur við Herborg Hansen kl. 21.30
Kl. 17.00-22.00 Kokkurin grillar lambskjøt – á Biskupsstøð
Kl. 16.00-23.00 Archies er opið: café, internet og Dugni
Kl. 19.00-20.00 Kom og fá lív í rørsluna: Gongu- ogrennitúrur,
upphiting við tónleiki verður á Biskupsstøð
Kl. 20.30-21.30 Livandi tónleikur í Spaniastovu
v/ Jógvan Andrias Joensen & Hanus G Johansen
Kl. 20.00-21.00 Føroyskur dansur á tveimum støðum í býnum
Spaniastova kl. 20.00 og Biskupsstøð kl. 20.30
Kl. 22.00-23.00 Livandi tónleikur á Biskupsstøð – túnadansur




