Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Ein ógloymandi ferð í Grønlandi"

Oliver Joensen

Á fyrilestrinum hjá Norðoya Sparikassa í ítróttarhøllini í Runavík, verður eisini skipað fyri lítlari áhugaverdari framsýning.

Asger Fredslund frá Sirius Patruljuni, sum skal halda fyrilesturin mánakvøldið 5. februar kl. 19.00, hevur við sær ymiskar lutir úr Grønlandi, sum vera framsýndir samstundis.

Eisini verður avmyndaða ísbjørnin við, sum eitt lítið klípi til framsýningina. Hon var kosin sum ársins jólaprýði  av íslendskum fjølmiðlum í fjørð, og er keypt til Klaksvíkar.

Atgongumerki til fyrilesturin fáast ókeypis í Norðoya Sparikassa í Klaksvík, Leirvík og í Saltangará.