Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Lægens Bord" í Føroyum

John William Joensen

Á fyrilestrunum í Føroyum fer læknin at handa "Månedens Buket" og føroyingar kunnu longu nú seta honum spurningar.

Kendi danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling, hevur ongantíð verið í Føroyum áður, og tí gleðir hann seg ómetaliga nógv til at koma henda vegin. Sjálvt um fyrsti fyrilesturin ikki verður fyrr enn leygardagin 31. januar, so kemur hann við Atlantsflog longu hósdagin. Um veður og vindur er til tað, so fer hann saman við fyrireikarnum at vitja ymisk áhugaverd støð í Føroyum.
Øll kenna henda fryntliga lækna, sum í eitt longri tíðarskeið hevur bergtikið sjónvarphyggjarar í Danmark og Føroyum. Sum fyrilestrahaldari er hann sera væl avhildin, og um ein skal hyggja eftir, hvussu nógv fólk longu nú hava víst fyrilestrunum áhuga, so er eingin ivi um, at tað verður fulsett.
Tað verða sum sagt tveir fyrilestrar. Tann fyrri verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 31. januar kl. 15.00, og tann seinni á Hotel Norð sunnudagin 1. februar kl. 19.00.

"Månedens buket"
Í samband við at læknin vitjar í Føroyum, so er meiningin, at hann skal handa eitt blómutyssi til ein føroying, sum á ein ella annan hátt hevur útmerkað seg innan tað føroyska heilsuverkið. Tað kann verða ein lækni, sjúkrasystir, portørur, heimasjúkrasystir, heimahjálpari, o.s.fr. Eisini kunnu fólk innstillast, sum hava t.d. lagt eitt stórt arbeiðið í ein serligan felagskap ella uppgávu. Øll tey, sum skjóta onnur upp, vera við í kapping har 5×1 atgongumerki til "Lægens Bord" verða burturlutað.
Ein serlig nevnd hyggur ígjøgnum øll innkomin brøv, og verður "Månedens Buket" handað á fyrilestrinum, sum verður í Norðurlandahúsinum 31. januar 2004. Uppskot kunnu sendast til iris@iris.fo. Seinasta freist at koma við uppskotum er hósdagin 15. januar 2004.

Spurningar til læknan
Umframt sjálvar fyrilestrarnir, so fer læknin at svara uppá ymiskar spurningar, sum hann hevur fingið frá føroyingum. Tey sum hava hug at seta spurningar, kunnu senda teir til iris@iris.fo. Teir mest áhugaverdu spurningarnir verða svaraðir undir fyrilestrinum.

Atgongumerkir í forsølu
Atgongumerkir til Norðurlandahúsið eru til sølu Norðurlandahúsið, ímeðan atgongumerkir til Hotel Norð, kunnu bíleggjast við at ringja til Iris, tlf 456390.

Harleyfacadeacryl