Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Tað stóra kalda borðið" í Dr. Margr. Barnagarði

John William Joensen

Mikudagin hugnaðu børnini í Dr. Margrethu Barnagarði sær óført við tað kalda borðið.

Marjun Lassen, leiðari á barnagarðinum segði okkum, at orsøkin til hugnaliga kalda borðið var, at tey í barnagarðinum vanliga hava ein sokallaðan breyðdag um vikuna.
Breyðdagurin er lagdur til rættis soleiðis, at børnini hava ymiskt pálegg við og summi hava eisini breyð og onkur hevur smør ella margarine. Hendan breyðdagin eru børnini sjálvi við til at gera "matpakkan". Tað vísir seg, at børnini eta ótrúliga nógv hesar dagarnar, sum tey sjálvi hava verið við til at smurt breyðini.
Tað er hesin breyðdagurin, ið var gjørdur annarleiðis hesaferð. Vit valdu at lata børnini vera við til at gera "Tað stóra kalda borðið" ístaðin.
Tá vit vóru í barnagarðinum mikudagin við myndatólinum hugnaðu børnini sær óført. Ímeðan børnini frá summum stovum fingu sær av hugnaliga jólaborðinum, sótu onnur í sínari stovu og bíðaðu eftir tørni.
Sum sæst á myndunum, so hugnaðu børnini sær óført.

Harleywoodpaint