Farna vikuskiftið luttók Martin Johannesen, Klaksvík, í RaceRunner í Keypmannahavn. Racerunner er serlig ítróttargrein fyri ítróttarfólk við trupulleikum við javnvágini.
Myndin er av Facebookvanganum hjá Martini..
Farna vikuskiftið luttók Martin Johannesen, Klaksvík, í RaceRunner í Keypmannahavn. Racerunner er serlig ítróttargrein fyri ítróttarfólk við trupulleikum við javnvágini.
Talan var um tveir teinar, 60m og 100m. Á báðum teinunum náddi Martin persónligum metum.
Martin skrivaði soleiðis á sínum Facebookvanga eftir kappingina á 100 metrum:
”So er kappingardagur 2 á skránni. Náddi akkurát ikki finaluna á 100m, men persónligt met uppá 00.28.37 í mun til 00.30.00 í fjør, so eg eri nøgdur.”
Portal.fo hevur skriva eina góða og drúgva grein um góða avrikið hjá Martini; og skrivað verður millum annað, at hann er fjórbestur í heiminum, og at “hann hevur vant hart og miðvíst fram móti kappingini síðani oktober mánaða í fjør, tá hann byrjaði á kondisúkklu. Í mars mánaða varð so farið á rennibreytina á Svangaskarði, har hann síðani tá hevur vant fyrst tvær ferðir um vikuna, og nú í seinastuni tríggjar ferðir um vikuna.
”.
Almennu tíðirnar hjá Martini Johannesen eru hesar:
100 metrar: 28,37 sekund (6. pláss)
60 metrar: 17,31 sekund (4. pláss)




