Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

RaceRunning 

Parasport Føroyar

Nú fer Parasport Føroyar at skipa fyri regluligum RaceRunning venjingum.

Fyrsta venjingin verður í ítróttarhøllini í Runavík, fríggjadagin 12. januar kl 15.

RaceRunning er ítróttur fyri fólk við avmarkaðum flytføri og balansutrupulleikum.

Racerunning gevur m.a. fólki ið vanliga eru bundin av koyristóli, høkjum ella rollatori, møgulleika at sleppa avstað við egnari megi, og gevur sjálvt teimum ið eru allarmest tarnaði av breki, eina kenslu av at flyta seg frítt og renna.

Parasport hevur fingið nakrar RaceRunning súkklur frá hjálparfelagsskapinum Kiwanis, ið fólk kunnu sleppa at royna ella lána.

Setið tykkum í samband við okkum á parasport@parasport.fo, tel 217975 ella møtið bara upp í Runavík í morgin vissi tit hava hug at vita meira, ella royna RaceRunning