Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðarík fakligheit

Oliver Joensen

Sentralistiskar kreftir á Landssjúkrahúsinum hava fyri neyðini støðugt at kunngera sína egnu trygdargóðsku og trávissa um egnar førleikar og høga” fakligheitsstøði”. Áhaldandi tosið um teirra narcissistisku spegilsmynd, av serfrøði og blendandi fakligheit, ávirkar neyvan vanlig fólk, sum veruliga fylgja við, men samgongan og tjóðveldsku heilsu- og fíggjarmála ráðharrarnir lótu seg tøla.

Sum skilst eru serlæknar nakað serligt, teir høvdu uppiborið nýggjan sáttmála og skulu nú lønast eftir donskum mynstri, tí tað gevur fleiri krónur í lumman enn føroyska lønin. Eingin veit rættiliga hvussu nógv, tí sáttmálin er meiri ella minni loyniligur, og tað er nakað nýtt í føroyskum politikki. Samstundis er líkt til, at sentralistisku kreftirnar halda seg hava einarætt uppá fakligheit og treyðugt líta øðrum heilsu- starvsbólkum nakað til. Hetta saman við serflokking í serligan lønarbólk eftir útlendskum mynstri, er tó eftir øllum at døma við at gerast serbólkinum ein trupulleiki, og ikki minst ein álvarsligur veikleiki.

Lógin ásetur, at í Føroyum skulu vera trý sjúkrahús. Fólk flest meta, at á teimum arbeiða dugnalig heilsustarvsfólk. Yrkisførleikin man vera samsvarandi teimum krøvum, sett vera viðkomandi heilsustarvsbólkum, og fakligheitin tí nøktandi. Kortini eru fólk ymisk á máli um, hvussu sjúkrahúsini roynast. Hetta út frá persónligum royndum. Ein nøgdsemiskanning vísti fyri tíð síðani, at sjúklingar vóru minst nøgdir við júst Landssjúkrahúsið.

Ein fakliga sterkur lækni kann sjálvandi gera eitt vánaligt arbeiði. Í dag er ikki óvanligt, at funnist verður at læknum uttanlands, tí teir velja pengar fram um alt annað: Teir vera skuldsettir fyri at tæna ávísum heilivágsfyritøkum, fyri heldur at vilja nýta tíðina til ivasama gransking enn at viðgera sjúklingar, at snýta við granskingarpengum og at vilja arbeiða bæði fyri heilsuverk og hava privatpraksis uttan atlit til sjúklingar og egin hvíldarkrøv, kanska eisini við hvørt lagdir undir at gloyma sítt læknalyfti.

Klagur eru, helst av givnum orsøkum, ikki so nógvar í Føroyum, men at fólk eru misnøgd við viðurskiftini, og at høga “fakligheitin” kann útarta seg á bæði undarligan og álvarsligan hátt, kemur meira enn so fyri, og sjálvandi fara álvarslig mistøk ikki óátalað aftur við borðinum, sum okkurt aktuelt dømið eisini er um í hesum døgum.

Uttan mun til fakligheit hjá fakbólkum hava sjúklingar og teirra avvarðand, bæði góðar og minni góðar royndir av øllum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Heldur ráðaríkir læknar á Landssjúkrahúsinum hava ikki hildið seg aftur við lobbyarbeiði, tá møguleikar eru at ávirka landsins politikarar. Hóttanir um uppsagnir, verða krøv ikki gingin á møti, hava ferð eftir ferð verið settar fram og afturtiknar. Hvørja ferð heilsumál koma á breddan, so vísa teir á sína “eliteru fortreffiligheit” og smæðast ikki fyri at øvunda øðrum betri útgerð og betraðar umstøður. Vert er at geva gætur, at júst fíggjarmálaráðharrin, úr Tjóðveldi, ið hálovar útbúgving og fakliga vitan, og sum støðugt sigur seg leggja dent á “gjøgnumskygni og opinleika” nú ikki er før fyri at leggja nýggja lønarsáttmálan hjá serlæknum alment fram uttan at villast í mjørkatosi. So umráðandi var hesin sáttmálin, at lyftisbrot máttu fremjast, føðistovur úti um landið máttu niðurleggjast og virksemið á smærri sjúkrahúsunum degraderast fyri at koma á mál. Men alt kann henda, tá eliterar fakligheitir hittast og hálsfevnast.

Oliver Joensen