Svar til oddagrein í Norðlýsinum
Blaðstjórin á Norðlýsinum sigur í oddagreinini 26. september, at eg á fólkatingi fáist ov nógv við føroysk mál.
Tað er rætt, at tað er tað, eg fáist mest við.
Ella rættari – tað er tað einasta, eg fáist við.
Tí tað er tað, Javnaðarflokkurin er farin til val uppá, hvørja ferð eg eri valdur.
Vit halda ikki, at ein fólkatingsmaður úr Føroyum skal blanda seg upp í danska skattastigan. Ella danska infrakervið. Ella innlendis danskan politikk sum heild.
Jóhann hevur eisini ilt av, at vit gera greiningar um føroysk mál og skipa fyri tiltøkum í Føroyum um føroysk mál. Men tað er eisini nakað, vit fara til val uppá at gera. Og tí eisini nakað, vit gera eftir valini.
Tá tað er fólkatingsval eru Føroyar, um vit vilja ella ei, at rokna eitt “valdømi”. Og ein politikari hevur fullan rætt til at lýsa viðurskifti í sínum egna valdømi.
Men vit leggja serligan dent á mál, ið viðvíkjandi bæði Føroyum og Danmark.
Ein greining hjá okkum vísti, at tað MVG, sum føroyingar rinda, tá vit gjalda fyri Netflix, Spotify og annað, fer í danska statskassan.
Ein vísti, hvussu nógv føroyskar fyritøkur rinda í vinningsbýti til eitt nú Danmarkar.
Ein vísti, hvussu føroyskir myndugleikjar áður eru bypassaðir, tá tað snýr seg um verjumál.
Ein nýggj kanning vísir, hvussu nógvar kvinnur, sum eru føddar í Føroyum, fáa fosturtøku í Danmark.
Hetta eru føroyskt mál – men tey eru sanniliga viðkomandi fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Og tí eru tey eisini viðkomandi fyri ein føroyskan fólkatingslim.
Mentanarhús
Einaferð setti umboð fyri Klaksvíkar Kommunu seg í samband við meg. Tað vantaði fígging, so farast kundi undir at byggja nýtt mentanarhús.
Og sí, TAÐ var eitt føroyskt mál. Mentan er yvirtikið málsøki, og tí var hetta sum so ikki ein sak fyri fólkatingið.
Men eg skuldi til tingingar um donsku fíggjarlógina seinni sama ár. Og ein og hvør, sum lovar at atkvøða fyri eini fíggjarlóg, kann seta fram bæði ynskir og treytir.
Hvat skuldi eg gera?
Eg kundi fylgt logikkinum hjá Jóhann Lützen og sagt “nei” við Klaksvíkar Kommunu, tí hetta var eitt føroyskt mál.
Í staðin valdi eg at royna at ganga ynskinum úr Klaksvík á møti. Í góðum dialogi við kommununa blivu argument skrivað og løgd á borðið hjá fíggjarmálaráðharranum.
Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg kundi seta ynskið fram politiskt – og so kundi danska stjórnin vurdera, um hon hevði heimild at stuðla hesi verkætlanini. Hetta var í samráð við leiðslu Javnaðarfloksins.
Stjórnin helt seg hava heimildina. Fíggjarlógin fekk mína stemmu, og millum tað, eg fekk afturfyri, vóru knappar 10 milliónir til Mentanarhúsið.
Hevði eg tá lurtað eftir Jóhann Lützen, komu pengarnir ikki. Og hóast hetta var ein brotpartur av kostnaðinum, so var hann tá avgerandi fyri, at farast kundi í gongd. Altso: Ráddi Lützen, er ivasamt, um bygningurin stóð har í dag.
Men kommunan hevði aðra hugsan – og tað var hennara ynskjum, eg lurtaði eftir.
Eingin “keyptur stuðul”
Javnaðarflokkurin hevur eisini verið ákærdur fyri, at vit lótu okkum “keypa” við m.a. avtaluni um stuðul til Mentanarhúsið.
Men avtalan bleiv gjørd við eina borgarliga stjórn. Og hon hevði absolutt ongan áhuga í at fáa ein føroyskan javnaðarmann aftur á fólkating. Tvørturímóti. Hon kundi fallið av tí, um eg gjørdist avgerandi atkvøðan.
Hetta snúði seg um at gera tað, vit lova at gera: At brúka tað lítla valdið, vit fáa á fólkatingi, til í samstarvi við føroyskar myndugleikar og feløg at gera avtalur, sum gagna føroyskum áhugamálum.
Fólkatingsarbeiðið snýr seg eisini um at tryggja, at stóru avgerðirnar verða fluttar til Føroya (smb. Huawei-málið og radaramálið).
Tað snýr seg um at lýsa donsk-føroysk viðurskifti (sí nevndu dømi um greiningar).
Tað snýr seg um at samstarva við føroysk feløg og myndugleikar um alt møguligt (millum mong, mong dømi er søgan um Mentanarhúsið).
Og tað snýr seg um at umboða Føroyar – virðiliga, men hvast og týðuliga.
Tað er tað, vit gera, og tað er tað, vit fara at halda fram at gera, vinna vit sessin aftur.
At fara á fólkating og bara fáast við donsk viðurskifti, síggja vit onga meining í.



