Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðstevna um javnstøðu í Arktis

Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni

Í døgunum 30. – 31. oktober verður skipað fyri ráðstevnuni “Gender Equality in the Arctic” í Íslandi.

Í døgunum 30. – 31. oktober verður skipað fyri ráðstevnuni “Gender Equality in the Arctic” í Íslandi.

Ráðstevnan snýr seg um lívsumstøður hjá kvinnum og monnum í arktiska økinum. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á javnstøðumál í sambandi við broytingarnar, ið fara fram í arktiska økinum. Evnini, ið verða umrødd, eru millum annað: Atgongd til tilfeingi, politisk luttøka og umboðan, økismenning, trygd, umframt materiel og mentanarlig vælferð.

Verkætlanin er skipað í “Sustainable Development Working Group”, ið er ein arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis. Føroya taka lut í hesum arbeiðsbólki, og hava somuleiðis verið við til at fyriskipa ráðstevnuna, ið verður hildin í Akureyri.

Úr einum føroyskum sjónarhorni er samstarvið um javnstøðu í arktiskum høpi sera týðandi, tá hugsað verður um fráflyting, og at tað vanta kvinnur í Føroyum. Á tann hátt hava Føroyar somu avbjóðingar, sum fleiri aðrir útjaðarar í arktiska økinum. Nú útlit eru fyri fíggjarligari og sosiala menning í arktiska økinum, er viðkomandi at varpa ljós á, hvussu vit tryggja, at menningin gagnar báðum kynum.

Tveir føroyingar halda framløgu á ráðstevnuni. Firouz Gaini fer at tosa um samleika hjá ungum dreingjum við støði í kanning, sum hann hevur gjørt í Grønlandi og Føroyum. Erika Hayfield fer at greiða frá um kyn og burturflyting í útjaðaranum.

Ráðstevnan vendir sær til fólk við áhuga fyri javnstøðu og økismenning, eitt nú lands- og kommunalpolitikarar, umboð fyri vinnuna, áhugafelagsskapir og granskarar.

Til ber at lesa meira um ráðstevnuna her

Harleyfacadeacryl