Landsbúnaðarráðstevnan, sum Símun Gullaksen á Gamla Seglhúsinum, hevur tikið stig til, varð sett av Jógvan skorheim, borgarstjóra kl 10 í morgun. Hópin av fólki úr øllum landinum høvdu teknað seg til hesa áhugaverdu ráðstevnu – omanfyri 150 í tali.
Landsbúnaðarráðstevnan, sum Símun Gullaksen á Gamla Seglhúsinum, hevur tikið stig til, varð sett av Jógvan skorheim, borgarstjóra kl 10 í morgun. Hópin av fólki úr øllum landinum høvdu teknað seg til hesa áhugaverdu ráðstevnu – omanfyri 150 í tali.
Við spurningum sum, hvussu síggja landsins mynduleikar møguleikar fyri framtíðarmenningina av landbúnaðinum við serligum atliti til seyðahald, jarðarbrúk, mjólkaframleiðslu vm. í Føroyum? Eisini varð umrøtt einskiljing, nýggj matvørulóggáva og aðrir viðkomandi spurningar og avbjóðingar innan vinnuna.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri nevndi m.a. at krøvini økjast, men hann heldur, at møguleikarnir verða eisini enn fleiri. Nýggj matvørulóg setir stór krøv til landbúnaðin, samstundis sum vit kunnu staðfesta, at neyðugt er við krøvum um góðsku og reinføri.
Tó er føroyski hjallurin, kovin og køkurin, saman við matmentanini ein áhugaverdur biti – eisini úti í heimi, sum gevur okkum alt størri ans, helt beorgarstjorin fyri.
Aðrir, sum kunnu verða nevndir úr drúgvu skránni, vóru Jacob Vestergaard, landsstýrimaður, sum umrøddi landbúnaðarpolitik – Bjørn Patursson, stjóri, sum umrøddi virksemið hjá Búnaðarstovuni – Sigert Patursson, formaður fyri Bóndafelagið – Niels Petersen, formaður fyri Óðalsfelagið, sum greiddu frá teirra virksemi.
Seinnapartin greiddi m.a. Bergur Hansen, djóralækni frá sjúkueyðkennum, fyribyrging, koppseting og øðrum í sambandi við seyðahald. Heilsifrøðiliga Starvsstovan greiddi frá ymiskum treytum í sambandi við góðkenning av m.a. sláturhúsum og handfaring av landbúnaðarvørum.
Eisini fara bóndurnir Jóannes Patursson, Jóannes Johannesen, Eyðun Eliasen, Harry Jensen, at hava framløgur og koma við viðmerkingum og ráðum um teirra virksemi. Árni T. Brattaberg, stjóri á Sirri greiður frá ull um skiljing og handfaring av henni, fyri at fáa bestu góðsku.
Steðgur verður við einum góðum bita og kl. 20 verður hildið fram við kjakfundi har pallborðið verður mannað við Jacob Vestergaard, landsstýrimanni, Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, Høgna Hoydal, løgtingsmanni, Henriki Old, løgtingsmanni, Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni og Sigert Patursson, formanni í Bóndafelagnum.
Jú, ein drúgvur og áhugaverdur dagur í Klaksvík, sum hevur vakt stóran áhuga og hevur lagt nógv afturat einum viðkomandi kjaki um okkara landbúnaðarvinnu.
Meir um skránna sæst:




