Hósdagin 18. september verður ein stór ráðstevna á Hotel Føroyum um orðblindni.
Endamálið við ráðstevnuni er at fokusera á, hvat kann og eigur at gerast, so orðblindir skúlanæmingar kunnu fáa fakliga nyttu av sínum skúlaárum, eins og vaksin orðblind eisini kunnu hjálp.
Orðblindni er rættiliga vanligt, eisini í Føroyum, men tey fægstu munnu geva sær far um, at kanska millum 10 og 15 prosent av øllum føroyingum eru orðblindir og at kanska fimm prosent av øllum føroyingum enntá hava stórar trupulleikar av sínum orðblindni.
Nú hevur Lions Club Tórshavn saman við millum annað Mentamálaráðnum tikið stig til eina stóra ráðstevnu um orðblindni, sum verður á Hotel Føroyum hósdagin 18. september frá klokkan 9 til 16, har fakfólk fara at hava fyrilestrar og kunna um orðblindni.
Yvirskipaða endamálið við ráðstevnuni er at fokusera á, hvat kann og eigur at gerast, so orðblindir skúlanæmingar kunnu fáa fakliga nyttu av sínum skúlaárum, hóast teir eru orðblindir, eins og vaksin eisini kunnu fáa eitt tilboð, ið ger tilveruna lættari. Hóast orðblindni er ein stórur trupulleiki, ber væl til at gera nakað við tað.
Millum annað kann staðfestast við einari kanning, um lesi- og skrivitrupulleikar botna í orðblindni, og tað ber eisini til at geva bæði skúlanæmingum og vaksnum við hesum trupulleika hjálp, so tey annaðhvørt læra at lesa og skriva ella á annan hátt fáa atgongd til fakliga vitan.
Hjálp til orðblind
Tað er Lions Club Tórshavn, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna, ið millum annað fær undirtøku frá Mentamálaráðnum. Árliga listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku gav í ár 70.000 krónur, sum fara til at varpa ljóskastaran á orðblindni í Føroyum.
– Okkara tanki er at seta nakað í gongd, so orðblindni verður tikið í størsta álvara, har tað veruliga ber til at gera nakað, sum kann muna. Allarbest hevði verið, um henda ráðstevnan kundi gjørt, at sett vóru nøkur mál og tikin nøkur stig, so orðblind í Føroyum kunnu fáa hjálp, sigur Rasmus Magnussen, sum vegna Lions Club Tórshavn er ein av stigtakarunum.
– Orðblindni viðkemur so mongum, bæði teimum orðblindu, foreldrum og familju teirra, lærarum og øðrum, og eru vit í nøkulunda somu støðu sum londini rundan um okkum, eru fleiri túsund føroyingar orðblindir og kunnu fáa eitt heilt annað lív, verður nakað gjørt fyri at hjálpa upp á trupulleikan.
Rasmus Magnussen sigur, at tað hevði verið ynskiligt, um ein arbeiðsbólkur kundi arbeitt burturav við orðblindni, so neyðug átøk vóru sett í verk. – Endamálið við ráðstevnuni er at seta nakað í gongd, og tað vóna vit, at bæði politikarar, skúlafólk og onnur vilja viðvirka til, sigur hann.
Fakligir fyrilestrar
Á ráðstevnuni fara fakfólk úr bæði Danmark og Føroyum at tosa um, hvussu støðan er hjá orðblindum og hvat kann gerast fyri at betra um støðuna. Millum annað fara umboð fyri bæði danska orðblindnistovnin í Ballerup og fyri vaksnamannaorðblindniskúlan í Albertslund at hava fyrilestrar og at greiða frá sínum royndum.
Somuleiðis fara føroyskir fyrilestrarhaldarar at greiða frá sínum royndum frá serundirvísing fyri bæði børn og vaksin við lesi-, skrivitrupulleikum og orðblindni. Eisini verður høvi at hoyra fólk frá føroyska undirvísingarverkinum, umboð fyri fakfeløg og arbeiðsgevarar og onnur, áðrenn ráðstevnan endar við einum vælmannaðum pallborðsorðaskifti.
Ráðstevnan er almenn og kostar 200 krónur fyri hvønn, íroknað mat og drekka, og tilmeldingin fer fram hjá tina@hotelforoyar.fo




