Fyrst og fremst er tað Tjernobyl-vanlukkan í apríl 1986, ið situr djúpt í fólki og ræðir tey frá kjarnorku. Orsøk nummar tvey til at vera á varðhaldi er kjarnorkuburturkastið, ið er serstakliga leingi um at blíva burtur aftur; mong, mong túsund ár. Men verða loysnir funnar uppá hesar báðar trupulleikarnar, kann kjarnorkan vera okkara høvuðsamboð til at røkka grøna samfelagnum, sum flestøll ynskja. Vit hava hugt at fyrimunum og vansum við kjarnorku.
Tað er onki løgið í, at óttin fyri at Tjernobyl skal endurtaka seg, enn spøkir. Túsundtals fólk (4.000 sambært onkrari keldu) kunnu væntast at doyggja vegna stráling frá Tjernobyl, og hartil doyðu fleiri bjargingarfólk, eins og krabbatilburðirnir eru nógv vaksnir í tali. Hetta eru veruleikar, sum ikki slepst uttanum.
Tað er eisini ein veruleiki, at burturkastið frá kjarnorku elvir til høvuðbrýggj. Hóast tað fyllir lutfalsliga lítið í vavi, so er tað ómetaliga drúgt og mótstøðuført. Tað ber ikki til at forkoma tí við kemikalium, og av tí at tað er radioaktivt, er tað sera vandamikið fyri fólk, um tað eitt nú kemur út í drekkivatnið.
Hetta verða tær stóru avbjóðingarnar – at fyribyrgja vanlukkum og at sleppa av við burturkastið. Ein teirra, ið hevur hugt at kjarnorku, er Jens Hesselbjerg Christensen, ið hevur staðið á odda fyri veðurlagsgranskingarmiðdepilin hjá DMI, eins og hann hevur skrivað veðurlagsfrágreiðingar fyri ST. Hann er í dag professari á Niels Bohr-instituttinum á Københavns Universiteti.
Her kann ein partur av loysnini vera thorium, og júst thorium kann vera serliga viðkomandi fyri okkum, tí tað finst í stórum mongdum í einum av londunum í ríkisfelagsskapinum, nevniliga í Grønlandi. Ein høvuðsorsøk til, at thorium er blivið áhugavert, er, at heimurin væntar bert at hava nokk av uran til umleið eina øld afturat, meðan tað er 600 ferðir meira til av thorium. Her skal gerast vart við, at ikki øll eru samd í, at so lítið av urani er eftir.
Tað má tó gerast greitt, at thorium einsamalt klárar onki. Neyðugt er við fissilum brennievnum til at brenna í einum kjarnorkureaktori, og í praksis merkir hetta, at áneyðir tí framvegis vera á annaðhvørt uran ella plutonium, ið eru fissil brennievni, tó í smærri nøgdum. Danmark er longu byrjað at royna at brúka thorium, men tað er bert í byrjanar-fasuni enn.
Serliga eru tað veðurlagsforsprákarar, ið tala fyri kjarnorku, og tað sigur ikki so lítið. Summir teirra fara enntá so langt sum at siga, at politikarar, ið eru ímóti kjarnorku, hótta mannaættina í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingum.
Vit skulu sjálvandi ikki vera blind yvirfyri vandunum við kjarnorku ella trupulleikunum við at tyrva burturkastið. Tvørturímóti skulu vit leggja nógv fyri fyri at loysa teir trupulleikarnar. Vit eru framvegis í eini eksperimental-fasu, sum Jens Hesselbjerg Christensen orðar tað.
Greiða niðurstøðan hjá honum er tó, at “isoleret set er atomkraft godt for klimaet”. Jens Hesselbjerg Christensen skilir sostatt óttan, men leggur dent á, at kjarnorka verður sera torfør at sleppa uttanum, um vit skulu røkka grøna málsetninginum.
Keldur: https://videnskab.dk/kultur-samfund/kan-atomkraft-redde-verden og https://nbi.ku.dk/ansatte/?pure=da/persons/74079.



