Hesa vikuna hevur NAFO hildið sín 35. ársfund í Halifax í Kanada. NAFO er stovnur, ið viðger fiskiskap í norðurvestur atlantshavi.
Fyri 2014 vóru millum annað hesar kvotur samtyktar:Toskur á Flemish Kap(NAFO øki 3M): Samtykt varð at seta heildarveiðina á sama støði sum í fjør. Heildarkvotan er 14.521 tons. Føroyski parturin komandi ár verður 3.246 tons, ið er umleið 100 tons hægri enn í fjør.Rækjur á Grand Bank(NAFO øki 3L): Samtykt varð at minka heildarveiðina niður í helvt samanborið við í fjør, tí stovnurin er í stórari minking. Heildarkvotan er sett til 4.300 tons. Føroyska eginkvotan er góð 10% av heildarkvotuni, so tað eru sløk 430 tons til Føroyar.Eingin fiskiskapur hevur verið loyvdur eftir rækjum á Flemish Kap síðan 2011. Veiðibannið heldur fram í 2014.Føroyar eiga 197 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski í NAFO øki í 2014.Fred Kingston, Delegation of the European Union to Canada, við nógvum royndum í NAFO, tekur við sum nýggjur aðalskrivari 1. januar 2014 og hann er valdur fyri 4 ár.Ársfundurin komandi ár verður 22.-26. september.Felags sendinevndin hevur formliga heitið “Denmark (in respect of the Faroe Islands and Greenland)”, ofta stytt til “DFG”.
Í føroysku sendinevndini vóru : Ulla Svarrer Wang, Fiskimálaráðið, og leiðari fyri sendinevndina; Hákun Jógvanson Djurhuus, sendimaður í Reykjavík; Meinhard Gaardlykke,Vørn/Fiskiveiðieftirlitið; Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip og Jógvan Martin F. Joensen, Føroya Reiðarafelag (P/f Thor).
Fyri Grønland luttóku Mads Nedergaard, Grønlands Fiskerikontrol; Esben Ehlers, Departementet for Fiskeri, Fangst og Landbrug, Naalakkersuisut,(Grønlands Selvstyre) og Petur Meinhard Jacobsen, Grønlands Fiskerikontrol.
Lögmansskrivstovan/Fiskimálaráðið




