Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rættartrygdin hongur í leysum lofti.

John William Joensen

At persónlig og ósaklig atlit hjá einum landsstýrismanni eru beinleiðis orsøk til at sjálvur Løgmaður leggur seg út í eitt starvsfólkamál í landsumsitingini, setur stór spurnartekin við førleikarnar hjá allari landsumsitingini. Sami landsstýrismaður, sum blandar seg út í hvørjir persónar verða settir í starv í landsumsitingin, skal um stutta tíð umsita útlendingamál, um ætlanin hjá landsstýrinum verða til veruleika. Í samband við nógv umrøddu starvsetan í uttanlandsmálaráðnum var ein av grundgevingunum hjá landstýrismanninum fyri ikki at seta John Rajani í starv, sum ein samdur setanarbólkur mælti til, at umsøkjarin var systkinabarn stjóran á Bakkafrost og systur umsøkjaran er gift við stjóranum á Føroya Tele.

Um alt gongur sum ætlað hjá landsstýrinum, skal sami landsstýrismaður hava evstu ábyrgd av hvørjir útlendingar sleppa at seta búgv í Føroyum og hvør ikki sleppur.

Fer landsstýrismaðurin at sita hendir í favn og halda fingrarnar burtur, um ein av hansara nærmastu ikki far ein maka inn í landið, ella kunnu vit hugsað okkum at umsitingin hjá landstýrismanninum fer at gera eins og landstýrismaðurin og hyggja eftir hvør familja talan er um?

Føroyar hava eina fyrisitingarlóg, sum er samtykt av Føroya Løgtingið, og hon útgreinar m.a. hvør er ógegniður og somleiðis hava vit greiðar reglur og mannagongdir fyri starvsetanir í almennu landsumsitingini. Men hóast hetta so gera løgmaður og landsstýrisfólk sum tey sjálvi vilja uttan at løgtingið, sum hevur eftirlit við landsstýrinum, letur við seg koma.

Málið um setan av aðalstjóra í Uttanlendismálaráðnum, er ein gøla og um máli sleppur aftur við borðinum óátalað setur hetta alla rættartrygd hjá landsins borgarum í vanda.

Vit kunnu bara ímyndað okkum skilið tá Poul Michelsen skal avgera hvør skal sleppa at kallað seg føroying og hvør noyðist at flyta av landinum.